Persónligt frælsi
Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.
Vinnuligt frælsi
Vínnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg.
Tjóðskaparligt frælsi
Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.

Tíðindi

Lene Espersen ? Har var ikki nógv hjálp at heinta

13. Sep 2011

”Ósemjan um makrel má loysast, áðrenn Føroyar kunnu vænta sær eina betri handilsavtalu við ES” segði Lene Espersen, danskur uttanríkisráðharri, sum herfyri steðgaði nakrar fáar tímar í Føroyum. Hon hevði – orsaka av at val bleiv útskrivað í Danmark -ikki stundir at siga og...

les meir

Apropos arbeiðsloysi

09. Sep 2011

Sambært nýggjastu tølinum frá ALS eru tað í dag 1454 fólk í Føroyum, ið ganga arbeiðsleys og av hesum eru 667 undir 34 ár.
Størsti parturin av teimum arbeiðsleysu hava ikki nakra formliga útbúgving ella yrkislæru, tískil eru at kalla ongi størv leys til flest teirra....

les meir

Um 500 undirskriftir komnar inn

02. Sep 2011

Tíðliga seinnapartin vóru 200 undirskriftir latnar inn til valstýrið til góðkenningar. Treytirnar fyri at stilla upp til fólkatingsval, eru í minsta lagi 150 og í mesta lagi 200 undirskriftir frá stillarum.
Í gjár heittu vit á fólk um at taka lut í uppstillingini, og á miðdegi...

les meir

Viðvíkjandi fólkatingsvali 15. september 2011

31. Aug 2011

Framsókn er politiskur felagsskapur stovnaður við tí endamáli, at luttaka og ávirka gongdina í Føroyska samfelagnum. Framsókn vil vísa á skeivleikar, sum í dag hótta vælferðina og á tær grundleggjandi broytingar, sum er neyðugar at fremja um vinnast skulu á teimum avbjóðingum sum standa fyri...

les meir

Fyrst innihald – síðan koma yvirskriftir…

24. Aug 2011

Sosialurin viðgerð samrøðuna, har Poul Michelsen luttók í Rás2 týsdagin og undrast um mannagongdina hjá Framsókn. Eingi armasveiggj og eingi valevni eru kunngjørd. Øll spyrja nær og hvør, skrivar tíðindamaðurin.Men eingin miðil ella tíðindafólk spyr “hvat?”, sum eyðsæð er tann mest áhugaverdi spurningurin. Hvat skal...

les meir

Framsókn hevur nú ungmannafelag

16. Aug 2011

Framsøkin Ungdómur, sum ungmannafelagið kallast, hevði stovnandi aðalfund fríggjadagin á Gamla Apoteki.Harriet Olafsdóttir Davidsen er forkvinna, Jógvan Elias O. Davidsen er kassameistari og Hans A. Norðfoss er skrivari.Nevndin er mannað við forkvinnu, kassameistara og skrivara.- Á fundinum kom nýstovnaða nevndin ásamt um, at limagjaldið fyri...

les meir

Framsókn javnbjóðis aðrar flokkar á tingi

16. Aug 2011

Løgtingsformaðurin hevur í dag boðað frá, at formanskapurin hevur samtykt, at Framsókn er góðkendur sum flokkur á tingið og at flokkurin fær rættindi og skyldur í løgtingsarbeiðinum, javnbjóðis hinar politisku flokkarnar á tingi.
Eitt er, at Framsókn fyrr í ár, varð góðkendur at stilla upp til...

les meir

Poul Michelsen valdur til formann í nevndini, ið skal viðgera fiskidagarnar

06. Aug 2011

Hósdagin valdi Løgtingið ein serliga § 25 nevnd at viðgera og áseta fiskidagarnar fyri komandi fiskiár. Í nevndini sita allir floksformennirnir.Fríggjadagin kom nevndin saman fyri at leggja arbeiðið til rættis og fyri at velja formann.Nevndi valdi Poul Michelsen úr Framsókn til formann, og hevur hann...

les meir