Valevni í Tórshavnar kommunu

Poul Clementsen

53 ára gamli Poul Clementsen er uppvaksin úti í Kina í Vesturbýnum. Poul er giftur og eigur trý vaksin børn.

Poul var við at stova Framsókn og hevur verið skrivari og hjálparfólk floksins frá byrjan. Hann hevur áður stillað upp fyri Framsókn, tað var til kommunuvalið í Tórshavn í 2012 og til løgtingsvalið 2015.

- Eg sakni gjøgnumskygdar langtíðarætlanir fyri kommununa. Hvat skal henda í Kollafirði, í Kaldbak, í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali? Vit hava skyldur mótvegis øllum høvuðsstarøkinum – ikki bara Vaglinum.

- Tað er við ætlanum, at vit fáa eitt sunt og opið orðaskifti um menningina av høvuðsstaðarøkinum. Hvar og hvussu skulu vit menna kommununa? Og hvussu fer hon at síggja út um 10, 20 og 30 ár? Vit skulu fara frá spontanum her-og-nú-loysnum til at hugsa haldført, tvørtur um býráðssamgongur og yvir um valskeið.

- Samstundis sum vit strekkja kjølin til framtíðina, skulu vit røkja tað, ið longu er komið. Ting skulu gerast liðug, og leysir endar gerast fastir. Vanligt viðlíkahald er helst ikki so tølandi sum stórir tankar, men tað er brá neyðugt, skal kommunan virka nøktandi.

- Eg sakni, at vit hugsa grønt, tá ið vit staðseta byggiøki. Eg síggi bara skerv og betong fram við størru vegunum, og eg sakni trø og runnar. Hetta kostar lítið og einki, skapar trivnað og livilíkindi – langt eftir, at vit eru farin hiðani.

- Við at velja Framsókn til komandi val, fært tú eitt frískligt lot í kommunupolitikkin. Nýggir kustar sópa best, veitst tú ;-)

Poul er valevni fyri Framsókn til kommunuvalið 8. november.

Les fyrstu valgreinina hjá Poul HER