Valevni í Tórshavnar kommunu

Súsanna Olsen

Súsanna er 57 ára gomul og vaksin upp í Vesturbýnum í Havn.

Hon er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur arbeitt og búleikast nógv ár í Aarhus. Hon flutti heim við manni og yngstu dóttrini í 2011, og tað var besta avgerðin í hennara vaksna lívi.


Súsanna starvast á Fróðskaparsetri Føroya og partvíst á Føroya Handilsskúla, har hon undirvísir í samfelagsviðurskiftum og leiðslu. Hon er forkvinna í Sinnisbata.

Súsanna heldur, at kommunan fram um alt skal tryggja tríggjar kjarnuvælferðartænastur: Dagstovnar, eldraøkið og broytt bústaðarmynstur og við hesum tørvur á bústøðum. Verður hetta raðfest, trívast vit, tí tænasturnar gera mun. Hetta rinda vit skatt til.

- Børnini eru trygg, foreldur teirra eisini, tá ið børnini eru í góðum hondum, tá ið foreldrini eru til arbeiðis.

- Alsamt fleiri eldri eru í kommununi, og tey, sum eru óhjálpin, eiga at fáa alla ta hjálp, teimum tørvar. Lívskvøldið skal verða gott og virðiligt. Tað gongur rætta vegin, men tað er einki yvir at dylja, at Tórshavnar kommuna skal lyfta hesar tænasturnar upp. Hetta er ein kommunal uppgáva, og hon skal loysast beinanvegin.

- Siðvenjan í Føroyum hevur verið, at ung fólk fara av landinum at lesa. Tá ið tey flyta heim, keypa tey hús. Men nú lesa fleiri í Føroyum. Tað er bæði gott og umráðandi fyri at framtíðartryggja okkum. Men tað skal bera til hjá okkara ungu at leiga, meðan tey eru lesandi. At fjølga um lestraríbúðirnar í Havnini er eisini kjarnuvælferðartænasta.

Súsanna vil hava tíðarhóskandi kjarnutænastur. Og hon er sannførd um, at hetta krevur framsóknar, strategiskt hugsandi og virkisfýsnar politikarar í Havn, ið saman við kommunalu fyrisitingini hugsa og arbeiða við loysnum bæði her og nú - umframt langt fram í tíðina.

Súsanna er valevni fyri Framsókn til kommunuvalið 8. november.

Les fyrstu valgreinina hjá Súsonnu HER