Valevni í Eysturkommunu

Urd Potts

Urd er 36 ára gomul, í parlagi og mamma at 2 børnum. Hon er uppvaksin í Syðrugøtu, har hon er flutt aftur eftir 6 ár uttanlands.


Hon hevur eina bachelor í búskaparfrøði og er nú kandidatlesandi. Eisini hevur hon royndir sum ráðgevi í fíggjarheiminum.

Urd hevur altíð verið virkin í ítrótti, serliga hondbólti og fótbólti. Henni dámar væl at stákast heima, vera um familjuna og at fylgja við í samfelagsligum viðurskiftum.

- Ein kommuna eigur ikki at krevja meira inn í skatti enn neyðugt, og tað fylgir sera stór ábyrgd við at umsita pening hjá øðrum. Eg fari at arbeiða fyri, at borgarin far sum mest fyri hvørja goldna skattakrónu, og at kommunan verður rikin á skynsamasta hátt gjørligt.

- Eg leggi dent á trivnað og fólkavøkstur. Fortreytin fyri hesum er millum annað, at dagstovnarnir altíð hava tøk pláss, og at grundstykki altíð eru tøk.

Urd er valevni fyri Framsókn í Eysturkommunu til kommunuvalið 8. november.

Les fyrstu valgreinina hjá Urd her