Virðisgrundarlag

Í staðin fyri at hava eina stevnuskrá, ið hevur lyndi av stirvna, tí veruleikin lætt yvirhálar eina dagfesta hugsjón, hava vit valt at grunda flokkin á nøkur grundleggjandi virðir.
Virðisgrundarlagið undir Framsókn, er grundarsteinurin undir teimum hugburðum, ið flokkurin byggir á.

Tú kanst eisini heinta virðisgrundarlagið her: Virðir

Download party values in English: Party Values

Vit eru ein liberalur tjóðskaparflokkur

Persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóðskaparligt frælsi eru grundleggjandi virði, ið skulu fáa føroyska samfelagið aftur á beint.

Frælsið hjá fólki og landi gevur sjálvsálit, fremur virkishug og stimbrar skapanarevni. Tí er frælsi tað, sum Framsókn setir ovast í øllum sínum politiska virksemi.

Persónligt frælsi

Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.

Vinnuligt frælsi

Vínnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg.

Tjóðskaparsligt frælsi

Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.

Eitt samfelag við frílyndi

Eitt samfelag, har tað er rúmsátt hjá tær at liva títt lív soleiðis, sum tú vilt. Persónliga frælsið hevur víðar karmar, men tað skal altíð livast við ábyrgd og við virðing fyri øðrum, ið vilja liva øðrvísi.

Vit eru sannførd um, at skapanarevnini og virkishugurin trívast best, har tað er pláss fyri ymiskleika og fjølbroytni.

Ábyrgd fyri tær sjálvum

Vit vilja gera tað liviligt hjá framsóknum kvinnum og monnum. Tí vilja vit steðga verandi gongd, har samfelagið ovurskattar og leggur byrðar á vanligar familjur og einstaklingar, sum kýta seg og gera sítt besta.

Tann einstaki skal hava tær allarbestu umstøðurnar at fylgja sínum málum og dreymum. Og tað gera vit best við at loyva fólkum at virka frítt við teimum evnum og møguleikum, tey eru fødd við.

Tað skal loysa seg betur at arbeiða, og ein fríur marknaður, har tað almenna blandar seg sum minst, er trygdin fyri, at vinnulív og tann einstaki menna seg og ganga nýggjar leiðir.

Vit vilja tryggja kjarnutænasturnar

Heilsuverkið skal styrkjast. Neyðugt er at seta sjúklingin í fokus og geva serfrøðini best møguligar umstøður at trívast og mennast fakliga, so mest fæst fyri hvørja krónu.

Útbúgvingarskipanin skal betrast. Hægru útbúgvingarnar skulu gerast fleiri og lyftast á eitt hægri stig, sum er ein alneyðug fortreyt fyri, at vit gerast fleiri og klókari.

Kommunurnar skulu skipast í fáar sterkar eindir, sum eru førar fyri at lyfta tær uppgávur, ið skulu liggja tætt við teg sum borgara.

Færri avmkarkingar

Landið skal minka sín leiklut sum tann, ið stýrir og fordeilir. Tað klárar vinnan best í fríari kapping. Vit skulu hava minni umsiting og meira fyri pengarnar.Vit skulu tora at leggja sum mest út til privat at umsita, og vit skulu selja almennar fyritøkur, sum eru betri riknar av privatum.

Einar sjálvbjargnar Føroyar

Tað er í strembanini eftir at standa á egnum beinum, at vit fáa tann størsta framburðin. Tí er føroyskt fullveldi eitt framtíðarmál hjá Framsókn.Vit skulu sjálvi taka ábyrgd og ræði á okkara egna tjóðarbúskapi og seta sjøtil á eina tilgongd, har ríkisveitingin minkar niður í einki. Tað merkir ikki, at vit byrgja okkum inni, tvørturímóti merkir sjálvræði, at vit gerast sterkari í felagsskapi við onnur.

Sjálvræði gevur áræði og sjálvsálit, sum skulu vera sterkasta eyðkenni við okkara samleika.

Tí setir Framsókn frælsi fremst.

Virðir.pdf  

Party Values.pdf