Árni M. Dam

Árni M. Dam

Eg eri 58 ára gamal og havi altíð búð á Norðskála og havi útbúgvingarnar Skipari frá Føroya Sjómansskúla og HH frá skúlanum í Kambsdali.

Eg eri giftur við Mariu H. Dam, vit eiga tvey børn, Sonju sum er 19 ár og Sigurd Jón sum er 17 ár.

Mítt virkið hevur fyri tað mesta verið innan fiskivinnuna. Eg sigldi 10 ár sum stýrimaður og skipari og eftir tað uml. 12 ár var eg reiðari og virkiseigari. Eg var 12 ár í kommunalpolitikki, har av 4 ár borgarstjóri. Seinastu árini hevur tað verið meira blandaðar uppgávur, harímillum tvey ár skrivari í Føroya Reiðarafelag og ymiskar ráðgevarauppgávur v.m.

Frá ungum av havi eg havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og hesin áhugi er bert vaksin við árunum. Tað er hesin áhugi, ið nú fær meg at stilla upp fyri Framsókn.

Framsókn leggur stóran dent á frælsi. Frælsi hjá hvørjum einstøkum at virka í samfelagnum sum heild, vinnuliga og persónligt og ikki minst at gera Føroyar meira sjálvstøðugt, at virka í heiminum.

Verði eg valdur, so fari eg at gera mítt besta á øllum økjum, men eg fari at leggja serligan dent á vinnulívið. Eg havi serliga stóran áhuga í, at vit hava eitt vælvirkandi vinnulív og somuleiðis bestu umstøður fyri íverksetarar. Um hesi viðurskifti eru í lagi so kunnu vit fáa eitt fjølbroytt og livandi vinnulív.

Eg meti, at vit eiga at fáa enn meira burtur úr fiskivinnuni enn vit fáa í dag.

Sjúkrahúsverkið skal hava tær bestu umstøðurnar og í tí smb. fari eg serliga at virka fyri at uppafturvenjing eftir sjúkralegu er á hægsta møguliga støði, tí tað er ein stór og góð íløga bæði persónligt og ikki minst fyri samfelagið, at fólk skjótt koma fyri seg og aftur blíva virkin í samfelagnum.

Somuleiðis vil eg eisini av heilum hjarta arbeiða fyri, at minnilutabólkar, veik, sjúk og eldri verða virdir og kunnu virka og kenna seg eins væl og onnur í samfelagnum. Vælferðarsamfelagið skal verða fyri øll 

Ein grønur orkupolitikkur er avgerandi. Vit eiga at síggja grønu umleggingina, sum eina íløgu sum skal gera, at vit blíva meira sjálvbjargin við orku í framtíðini.

Fyri at skapa góðan trivna á hesum klettum, er neyðugt at vit fara at føra ein meira konjunkturútjavnandi fíggjar- og vinnupolitikk. Tað ber ikki til at m.a. ungdómurin keypir dýr hús í einum “sjálvskaptum “ hákonjunktur tíðarskeiði og fyri síðan nøkur ár seinri, tá stór niðurgongd er í búskapinum, at noyðast at ríma frá húsi og heimi fyri møguliga at flyta av landinum. Hetta fyribrigdi hava vit sæð alt og oftani. Tí fer Framsókn á val við slagorðinum “haldføri – fyrst og fremst”

Um tú er samd/ur í teimum málsetningum, ið eg havi sett mær, og um tit meta meg verða føran fyri at gera mína ávirkan galdandi á hesum økjum, so eru tit vælkomin at stuðla mær til løgtingsvalið 31. august.

Ovast