Framsókn skal boða frá, at 28 ára gamla Ása Hammershaimb Christiansen verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.
Ása, ið hevur eina dóttur, sum skjótt verður 2 ár, lesir Politikk og Umsiting á Fróðskaparseturi Føroya, har hon væntandi verður bachelor í summar. Eftir summarsteðgin, er ætlanin at lesa master í løgfrøði á Setrinum.
– Tað er neyðugt at fleiri kvinnur tora at bjóða seg fram í politikki. At fáa kvinnur við í politikk, tekur Framsókn í stórum álvara – hetta sæst m.a. aftur á vallistanum, ið er kynsjavnbýttur.
– Framsókn rúmar sera væl tað, eg sjálv viriðsmeti: Javnrættindi fyri allir samfelagsbólkar, persónligt frælsi, liberalan vinnupolitikk – við sosialari ábyrgd. Sum lesandi í Føroyum er mítt hjartamál avgjørt at geva Fróðskaparsetur Føroyar betur umstøður, umframt at raðfesta lestraríbúðir høgt, tað hevur alstóran týdning fyri at fáa ungdóm at støðast í Føroyum.
– Framsókn er avgjørt mest framhugsandi flokkurin, ið ynskir at gera Føroyar til eitt tíðarhóskandi samfelag.