Bergun Kass

Bergun Kass

Bergun Kass er 59 ára gomul, uppvaksin á Strondum og býr í Hoyvík saman við manni og tveimum børnum.

Tíðin sum býráðspolitikari hevur givið mær innlit í politiskt arbeiði og eisini í, hvussu land og
kommuna arbeiða saman. Hetta býtið og samskifti treingir til politiska umrøðu og endurskoðan.

Eitt nú eigur almenna hjálpin ikki at vera aldursrelaterað, men verða veitt í tráð við tørv á hjálp, har
allir røktarkrevjandi borgarar verða viðfarnir eins, uttan mun til, um ein er undir ella omanfyri 67.
Hetta má fáast í rætt lag.

Heilsuverk
Fyribyrgjandi heilsuátøk setast i verk, soleiðis at tørvurin eftir sjúkrahús-, lækna- og medisinskari
hjálp, við tíðini, minkar.
Hetta eigur at raðfestast frammalaga og fígging fáast til vega til nýggja átaks- og virkisøki.

Eldraøkið
Útbúgving og menning av starvsfólki til eldraøkidð eigur at gerast sum ein yrkisútbúgving fyri seg,
sum kann verða tikin, meðan starvsfólkið er í starvi ella í læru á eldraøkinum, eins og tilboðið er
innan aðrar yrkisútbúgvingar. Tað skal kunna bera til at ‘byggja omaná’ hesa yrkisútbúgving, eitt nú til sjúkrarøktarfrøðing.

Hospice
Hospice eigur at verða sett á stovn – og hóskandi kundi staðsetingin verið nærhendis
landssjúkrahúsinum, soleiðis at bæði røktarfakfólk og sjúkrahúsfacilitetir kundi verdi gagnnýtt
skynsamari.

Búskaparligt haldføri, fyrisiting og rakstur.
Umframt vanliga politiska arbeiði, sum eg fari at arbeiða við í nærlagni, hevur hetta seinna, fyrisiting
og rakstur, mín stóra áhuga, og vil eg arbeida fyri at hesi fáa ta politisku viðgerð og umrøðu, sum er
neyðug og sum tænir borgarum, landi og búskaparligum haldføri.

Ovast