Bergunn Kass

Bergunn Kass

Løgtingsvalið 2015

Bergun Kass verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður. Bergun stillaði upp til løgtingsval, fyrstu ferð í 2015 og til kommunuval í Tórshavnar kommunu í 2016.

Bergun, ið hevur drúgvar royndir úr fíggjarheiminum og við fyrisiting, sær Framsókn sum ein pall, við sunnum og frískum stríðsanda, til framtíðar avbjóðingar fyri land og fólk.

-Eg havi hjartað fyri bleytu virðunum og síggi ta almennu avbjóðingina sum átroðkandi. Vit skulu stuðla undir búskaparligan vøkstur og rationalisera í almenna geiranum, við atliti til meirinntøku og við atliti til vælferð.

-Í tilgongdini til sjálvbjargni, skal ljóskastarin setast á viðkomandi politiskt arbeiði: Fyrireika, taka skilagóð tøk og atlit, sum í størstan mun tryggja burðardygd og geva fólkinum tryggleika um sjálvbjargni.

-Margfeldni er lyklaorðið – í fólkaaldri, í arbeiði, í vinnu, í útbúgvingartilboðum, í førleikum, í áhuga, í frítíðarvirksemi, í bústøðum. Ja, í øllum lívi og levnaði.

Framsókn hevur tíðarandan, framfýsni og virðini við sær, sigur Bergun Kass at enda.

Bergun Kass varð vald í Tórshavnar Býráð í 2016 og er forkvinna í trivnaðarnevndini og eldranevndini.

Ovast