Birita Arge

Birita Arge

Birita Arge stillar upp til løgtingsvalið fyri Framsókn. Hon hevur royndir frá tí privata,
almenna og kommunala, innan m.a. leiðslu og búskaparstýring, sum sjálvstøðug vinnurekandi
í Føroyum og Danmark, og sum námsfrøðingur og lærari.

Mítt mál er at røkka einum burðardyggum Føroyum, har fólk trívast og hava tað gott.

Javnan hoyri eg um fólk sum ikki hava bústað, ikki eru hoyrd, eru strongd, hava vánalig
arbeiðsviðurskifti og bíða eftir at sleppa á sjúkrahús. Eisini hoyri eg um stovnar sum mangla
fólk, fólk sum mugu flyta av landinum, happing, órudd í náttúruni v.m. hetta vil eg broyta, tí
stilli eg upp til Løgtingsvalið 2019.

Vit eiga at vísa ábyrgd fyri hvørjum øðrum, og hjálpa teimum sum tørva hjálp. Eisini mugu
vit arbeiða fyri at Føroyar mennast, eru umhvørvisvinarligar, og skapa tær røttu umstøðurnar
fyri trivnaði.

Tryggur og mennandi uppvøkstur, og útbúgving er neyðug bæði fyri fólk og land, tí mugu vit
hava góðar umstøður fyri hesum.

Skattgjaldarins peningur eigur at verða nýttur við umhugsni, soleiðis at mest og best fæst fyri
hvørja krónu.

Birita er 50 ára gomul og búsitandi í Hoyvík. Hon er gift og eigur 3 børn í aldrinum 18, 21 og
25 ár. Hon arbeiðir sum lærari á Fróðskaparsetur Føroya, og sum sjálvstøðug vinnurekandi. Í
frítíðini er Birita virkin sum sjálvboðin innan barna, umhvørvis og politiskt arbeiði. Hon
hevur verið í nevndini hjá Barnabata, og arbeitt fyri at betra um umstøðurnar hjá børnum og
ungum. Eisini hevur Birita stovnað Remida Føroyar, sum arbeiðir fyri at avmarka rusk. Hon
er útbúgvin námsfrøðingur, cand.pæd. í didaktik, Finansøkonom og Frisør.

Heimasíða: http://biritaarge.simplesite.com/

Ovast