Bjarni K. Petersen

Bjarni K. Petersen

Bjarni eri 25 ára gamal, býr í havn og hevur lokið students- og handilsskúlaprógv.

Bjarni eri frælsislyntur, og raðfestur frælsi hins einstaka.

Persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi er grundarlagið fyri hansara politisku áskoðan, og frælsi er grundarlagið undir hansara persónligu heimsmynd. Tað er Bjarnasa sterkasta sannføring, at eitt frælst fólk, ein fræls tjóð og ein fræls vinna er vegurin fram fyri at tryggja frælsi, vælferð og vøkstur í Føroyum.

Bjarni hevur altíð verið áhugaður í samfelagsviðurskiftum, men hevði í langa tíð ongan flokk, ið hann kundi fyrihalda meg til politisk. Hetta broyttist tó skjótt, tá ið Framsókn fyri fyrstu ferð stillaði upp í 2011.

Tey trý frælsini hjá Framsókn – persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi – raðfesta Føroyar og einstaku borgarar tess hægst, og var tað serliga tað, ið vakti hansara áhuga fyri flokkinum. Flokkurin hyggur frameftir, og hevur eftir hansara tykki tey bestu virðini at skipa samfelagið eftir.

Bjarni meldaði seg inn í ungmannafelagið, Framsøkin Ung í 2012, og var formaður í felagnum frá 2014 til 2016. Bjarni helt at Føroyar nú skuldi koma aftur á beint, og at vit fingu eina politiska kós, har frælsi, tjóðskapur og vøkstur eru kjarnuorð.

Tí valdi hann eisini í 2015 at stilla upp á vallistanum hjá Framsókn til løgtingið, og gjørdist nummar fýra á listanum aftaná valið. Bjarni hevur sostatt verið varamaður hjá Framsókn seinastu fýra árini, har eg havi sitið í løgtinginum í jøvnum millumbilum.

Í februar í ár fekk Framsókn eitt landsstýrisfólk afturat, og Bjarni hevur tískil eisini siti sum fastur løgtingslimur seinastu 7 mánaðirnar.

Ovast