Framsókn skal boða frá, at 50 ára gamli Hákun Andreasen verður valevni fyri flokkin til løgtingsvalið 1. september.
Hákun hevur einaferð áður stillað upp fyri Framsókn, tað var til kommunuvalið í Eysturkommunu í 2012. Hann er útbúgvin B.A. í søgu og siðsøgu og starvast sum savnsteknikari á Søvnum Landsins.
– Framsókn byggir í virðisgrundarlag floksins á tær tríggjar súlurnar: persónligt, vinnuligt og tjóðskaparligt frælsi. Hesi grundvirðini hava altíð havt nógv at siga fyri meg persónliga, og tá Framsókn heitti á meg at stilla upp til løgtingsvalið, varð avgerðin løtt at taka.
-Framsókn er ein liberalur tjóðskaparflokkur. Ein flokkur sum vil føra føroyska samfelagið frameftir. Ein flokkur sum vil, at vit eisini taka ábyrgd í alheimssamfelagnum eftir førimuni.
-Vit mugu gera Føroyar meira sjálvbjargnar. Kósin hjá sitandi samgongu kann ikki halda fram. Ríkisveitingin má minkast niður í onki, soleiðis at vit hava ræði og ábyrgd á okkara tjóðarbúskapi. Tað er í strembanini eftir at standa á egnum beinum, at vit fáa tann størsta framburðin.