Hanna Jensen

Hanna Jensen

Hanna Jensen er 46 ára gomul og býr í Norðragøtu. Hon er gift við Tórheðini Jensen, og eiga tey 3 børn.
Hanna hevur MA útbúgving í føroyskum og fronskum máli og bókmentum, frá ávíkavist Fróðskaparsetri Føroya og Københavns Universitet. Hon hevur starvsroyndir frá Tekniska skúla í Klaksvík og Miðnámi á Kambsdali. Frá 2005 hevur hon eisini virkað sum lestrarvegleiðari, og hevur arbeitt fyri, at útbúgving varð sett á stovn í Føroyum innan hetta fakøkið, og at ókeypis sálarfrøðilig tænasta kundi veitast miðnámsnæmingum frá august 2015.

Hanna hevur leingi umboðað vegleiðaraøkið í Føroyum innan NVL- netverkið hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, eins og hon stendur fyri testum í fronskum eftir CEFR stiganum.

Hanna hevur 11 ára royndir í komunalpolitikki, sum býráðslimur og nevndarforkvinna í ymiskum nevndum í Eysturkommunu. Síðani 2011 var hon regluliga inni fyri Framsókn sum varafólk í løgtininum, og varð vald í løgtingið fyri flokkin á valinum 1.september í 2015. Hon røkti sessin sum forkvinna í løgtingsins Mentanarnevnd til hon 14.februar í ár, tá boð vóru eftir henni at gerast landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum.

– Eg fegnist um alt tað, eg havi verið virkin partur av saman við samgonguni, har vit hava framt
ein hóp innan kreativar vinnur, pensjónsøkið, fiskivinnuna, skúla- og lærlingaøkið, innan
mentanarstuðul og innan heilsuverkið – fyri bert at nevna nakað úr rúgvuni.

– Eg leggi framhaldandi heilt stóran dent á ein sterkan og ambitiøsan útbúgvingarpolitikk, sum
setur okkara komandi ættarliðum neyðug og hóskandi krøv, eins og tekur væl og virðiliga
hond um tey, sum skulu hava eitt sindur meira hjálp á leiðini. Tann væl lærda og útbúna
arbeiðsmegin er okkara sterkasta kort til eina kappingarføra vinnu og til eitt burðardygt
vælferðarsamfelag.

– Vit skulu hava ein krútsterkarn málpolitikk, sum beinanvegin fær undirvísingina í føroyskum
sum annaðmál í eina hægri og trygga legu, m.a. við at útbúgva undirvísarar, við at menna
námsætlan, undirvísing, tilfar og testir eftir CEFR-stiganum. Føroyska máltøknin skal taka dik
á seg gjøgnum eina 3-5 ára verkætlan, og Málráðið, Orðabókagrunnurin og málgransking
eiga at verða styrkt beinanvegin. Børn hjá útisetum skulu fáa nógv betri møguleikar at taka
undirvísing í føroyskum (og donskum), og sjálvandi skulu vit hava eina greiða og framfýsna
fremmandamálsætlan.
– Undir øllum mínum politiska arbeiði liggur sannføringin um einar sjálvstøðugar Føroyar, sum
eg nýti hvørt høvi at arbeiða fram ímóti, og eg vil virka fyri, at almennu Føroyar hava ein
nógv betri og haldførari náttúru- og umhvørvispolitikk.

Ovast