Hanna Jensen

Hanna Jensen

Føroya Løgting

Hanna er fødd í Keypmannahavn í 1975, uppvaksin í Havn, á Argjum og í Leirvík, men hevur nú búð størsta partin av lívinum í Norðragøtu. Hon er gift og hevur 3 børn.

Hanna er útbúgvin MA í føroyskum og fronskum, hevur undirvíst í hesum lærugreinum á miðnámi á Kambsdali í mong ár og virkað sum lestrarvegleiðari. Hon er franskur konsul í Føroyum. Hanna hevur verið virkin í politikki í mong ár, stovnaði saman við Poul Michelsen Framsókn í 2011 og hevur verið kommunalpolitikkari í fleiri ár. Hanna hevur síðan Framsókn varð stovnað, verið varaforkvinna í flokkinum. Fram til løgtingsvalið 2015 , tá Hanna Jensen sjálv varð vald á ting, var Hanna varafólk á løgtingi.

Í valskeiðinum 2015-2019 var Hanna m.a. forkvinna í Mentanarnevndini. Í januar 2019 og fram til løgtingsvalið 31. august 2019 gjørdist Hanna landsstýriskvinna við skúlamálum.

Á kommunuvalinum 10. november 2020, stillaði Hanna Jensen, í Eysturkommunu og varð vald.

Ovast