Høgni S. Reistrup

Høgni S. Reistrup

Høgni Sigrunarson Reistrup er 35 ára gamal og búsitandi í Havn. Hann eigur saman við unnustuni eina dóttur og ein son. Høgni er útbúgvin Cand.Mag í Miðlavísindum og er sjálvstøðugur vinnurekandi.

Mítt mál er, at politikarar og tað almenna ansa eftir fíggjarliga, og at vit eru varin og hugsa okkum væl um, áðrenn vit brúka pengar, sum tú og onnur hava goldið inn. Tað krevur eina serliga virðing at umsita og brúka pening, sum onnur hava arbeitt fyri at fáa til vega. Serliga nú tíðirnar eru góðar, er neyðugt at hugsa seg væl um. Og tað merkir eisini, at tú og onnur als ikki kunnu fíggja øll tey mongu vallyftini. Veljarin hevur rætt at vita, hvat veruliga verður raðfest.

Heilsuverkið og útbúgvingar skulu hava hægri játtan komandi árini. Hetta er kjarnuvælferð.

– Vinnumenning er ein grundsteinur undir framtíðar Føroyum. Vit kunnu ikki lóggeva um alt, og vit mugu brúka vit og skil, tá ið vit taka avgerðir. KOKS hevur eitt nú rent seg í eina óneyðuga almenna forðing, sum ávirkar ferðavinnuna nógv.

Ovast