Jógvan Fríði Tróndarson

Jógvan Fríði Tróndarson

Jógvan Fríði Tróndarson er 19 ára gamal, er uppvaksin og býr í Havn. Hann gongur í løtuni á búskaparbreytini á Glasi.

-Eg havi leingi verið áhugaður í samfelagsviðurskiftum og politikki, og havi verið limur í Framsøkin ung síðan 2016. Áðrenn hetta var eg eisini á ungdómstingi, har eg legði eitt uppskot fram um at lata rúsdrekka út í matvøruhandlarnar at seljast.

-Eg seti persónligt frælsi hægst. Eg eri sannførdur um at tey menniskju, sum eru fræls og hava fult sjálvræði yvir sínum egna lívi, eru tey, sum skapa mest virði fyri seg sjálvan og fyri samfelagið. Tí meti eg, at tað er sera týdningarmikið, at tað almenna ikki setir ov nógvar forðingar og reguleringar upp, sum stýra gerandisdagin hjá borgarunum.

Umhvørvispolitikkur skal á breddan til komandi løgtingsval og har eru nógvar ymiskar visiónir um  hvussu Føroyar verða ein grøn og náttúruvinarlig tjóð.

-Eg vil kempa fyri einum liberalum  umhvørvispolitikki, sum skal tryggja at politiska skipanin arbeiðir saman við vinnuni, um at lyfta  umhvørvis avbjóðingar og trupulleikar.

-Alt ov ofta verður ikki tikið atlit til tey ungu, tá ið tað verður lóggivið. Tí er tað brúk fyri einari sterkari rødd, sum kann umboða tey ungu og syrgja fyri, at tey ungu ikki verða gloymd. Tí stilli eg upp til komandi løgtingsval fyri Framsókn.

Ovast