Karlot Hergeirsson

Karlot Hergeirsson

Løgtingsvalið 2015

Framsókn skal boða frá, at 42 ára gamli Karlot Hergeirsson verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.

-Eg havi verið við í Framsókn frá byrjan. Eg havi líka frá barnsbeini havt áhuga í samfelagsviðurskiftum og politikki. Eftir at hava verið politisk heimleysur í eina tið, eftir at flokkurin sum eg hevði stuðlað frá heilt ungum árum, hevði flutt seg nógv frá sínu stevnuskrá, kom eg skjótt inn undir tann appilsingula fanan, tá tað gjørdist mær greitt, hvørji virði ætlanin var at stovna Framsókn á, nevniliga tey trý frælsini: tjóðskaparligt, vinnuligt og persónligt frælsi.

-Tey trý frælsini er grundleggjandi fyri meg, tí uttan eitt frælst menniskja, við frælsum vinnumøguleikum, í einum frælsum landi, er eingin framtíð.

– Aftur hesuferð hevur Framsókn víst mær álit og boðið mær at vera valevni til komandi løgtingsval. Eg haldi tað vera týdningarmikið, at tey ið hava eina meining hvussu landi skal stýrast, tora at bjóða seg fram og sleppa at gera mun.

Ovast