Oda W. Andreasen

Oda W. Andreasen

Oda Wilhelmsdóttir er 46 ár og uppvaksin á Ternuryggi í Havn, har hon er er búsitandi við 17 ára gamla soninum. Hon er ættað úr Vágum, Tórshavn og Suðuroynni og hevur stóran tokka til hesi økini.

Oda hevur dyggar royndir innan ferðavinnu. Hon hevur starvast innan ferðavinnu í 16 ár m.a. sum ferðavinnustjóri í Løkken, produktstjóri hjá Stena Line Danmark og søluleiðari hjá Smyril Line. Eisini hevur hon leiðsluroyndir m.a. sum deildarstjóri fyri handilsdepilin hjá Føroya Tele, har hon eisini sat í leiðslubólkinum.

Hon hevur egna fyritøku Fa Oda Wilhelmsdóttir og GoLocal, sum ráðgevur innan burðardygga ferðavinnumenning og bjóðar fram serstakar túrar í Føroyum og sólseturtúrar í Mykinesi. Oda var á sumri 2018 liðug við HD í Marketing Management.

Oda hevur altíð verið virkin í hondbólti og fótbólti og er fótbóltsdómari og situr í dómaranevndini hjá FSF. Hon hevur stóran tokka til føroysku náttúruna og at ganga í fjøllunum. Hon hevur ferðast kring allar Føroyar og brennir fyri ítróttini, umhvørvinum og ferðavinnuni.

Eg fari framhaldandi at arbeiða fyri burðardyggari ferðavinnu og at skipa ferðavinnuna á ein skilagóðan hátt. Náttúran er okkara týdningarmesta tilfeingi og fari eg at arbeiða fyri einari menning har okkara nattúra verður vird og vard á øllum økjum og innan allar vinnur.

Ovast