Poul Michelsen

Poul Michelsen

Poul Michelsen (Framsókn) er tilnevndur sum landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum tann 15. september 2015.

Landsstýrismaðurin í vinnu- og uttanríkismálum umsitur vinnumál og uttanríkismál, umframt onnur málsøki, sum natúrliga hava samband við hesi.

Poul Michelsen, f. 1944, er ættaður úr Havn og er sonur Paulu, f. Sundberg, av Nesi í Vági og Johan Michelsen úr Havn. Hann er giftur Sólrún Michelsen, f. Midjord, av Argjum. Tey eiga trý børn.

Poul Michelsen er útbúgvin innan handilsvinnuna og setti í 1974 á stovn vøruhandil heima hjá sær sjálvum. Í 1977 stovnaði hann Poul Michelsen P/f, sum í dag fevnir um serheilsølu í køl, frost og catering, reingerðar- og matgerðarfritøkuna PM-pluss, flutningsfyritøkuna Atlas Flutningur og serframleiðslufyritøkuna Kjøtbúðin. Umleið 180 fólk starvast í fyritøkuni. Fram til 15. september 2015, tá ið Poul Michelsen tók við sum landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, var hann forstjóri í fyritøkuni.

Poul Michelsen var eitt stutt tíðarskeið í 1990-unum forstjóri fyri fiskasøluni Faroe Seafood. Hann var starvsnevndarlimur í Landsbankanum, tá ið hann varð stovnaður. Afturat hesum hevur Poul Michelsen verið nevndarlimur í vinnufyritøkum og áhugafelagsskapum.

Poul Michelsen var borgarstjóri í Havn árini 1981-1992. Hann varð fyrstu ferð valdur á Løgting í 1984, og sat hann tá til 1990. Poul Michelsen var afturvaldur á Løgting í 2002. Í Løgtinginum hevur Poul Michelsen havt fleiri álitisstørv, m.a. 2. løgtingsformaður 1988-1989 og løgtingsgrannskoðari 2002-2004. Hann hevur somuleiðis verður limur í m.a. Umhvørvisnevndini 1985-1986, Fíggjarnevndini 1987-1988, Marknaðarnevndini 1989, Rættarnevndini 1989 og 2002-2010, Tingmannaráð Útnorður 1990, Útnorðurráðnum 2004-2011, og í Hoyvíksnevndini 2011. Poul Michelsen hevur verið finskur aðalkonsul í Føroyum 2002-2015.

Á vári 2011 stovnaði Poul Michelsen saman við øðrum Framsókn, ið er ein liberalur tjóðskaparflokkur.

Poul Michelsen hevur verið íðin ítróttarmaður og hevur m.a. verið føroyameistari í badminton fleiri ár á rað, umframt at hann hevur verið føroyameistari í bæði borðtennis og fótbólti.

Ovast