Poul Michelsen

Poul Michelsen

Føroya Landsstýri

Á tingfundi 6. mars, kunngjørdi Poul Michelsen, at hann segði tingsessin frá sær fyri sjúku. Hann nýtti høvi at takka fyri øll tey úti við 30 árini í politikki og takkaði somuleiðis tingfólkum, landstýrisfólkum og umsitingum fyri gott samstarv.

Poul Michelsen boðaði eisini frá, at viðtøkur floksins tilskila, at formaður ella forkvinna skal veljast millum tingfólk floksins, og tað merkir at hann ikki longur kann vera formaður. Nevndin í Framsókn avgjørdi á einum fundi í farnu viku, at Ruth Vang skuldi taka við sum forkvinna í Framsókn, tá Poul Michelsen legði frá sær.

 

Tá samgonga varð skipað eftir løgtingsvalið 2015, gjørdist Poul Michelsen landstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum.

Hann var borgarstjóri í Havn 1981-1992 og var til fyri stuttum finskur aðalkonsul í Føroyum.

Poul Michelsen hevur verið løgtingsmaður í tíðarskeiðunum 1984-1990 og 2002-2020 .

Hann hevur verið 2. løgtingsformaður 1988-89. Limur í Umhvørvisnevndini 1985-86,

Fíggjarnevndini 1987-88, Marknaðarnevndini 1989, Rættarnevndini 1989 og 2002-2010,

Tingmannaráð Útnorður 1990 og Útnorðurráðnum 2004-2011 og 2011-. Limur í

Hoyvíksnevndini 2011 og løgtingsgrannskoðari 2002-04.

Stigtakari, viðstovnari og formaður í Framsókn 2011-2020.

Ovast