Róaldur Jákupsson

Róaldur Jákupsson

Róaldur Jákupsson er 45 ára gamal. Hann hevur royndir í tí almenna, har hann hevur starvast í 9 ár. Hann er
í dag fíggjarleiðari hjá Strandferðsluni og hevur eisini starvast sum fíggjarfrøðingur hjá Landsverki. Í tí
privata hevur hann millum annað hevur verið sjálvstøðugur vinnurekandi í 13 ár við fyritøkuni Brell, sum
rekur kaffibrennarí, handil og café. Hann hevur eisini fleiri ára royndir sum grannskoðari og controllari bæði
í Havn og Keypmannahavn. Róaldur hevur eina MBA frá Århus Universitet og eina HD úr CBS.

Hann heldur at ov nógv oyðsl er í tí almenna, og hann hevur í síni karrieru roynt at stremba eftir at vit øll
skulu fáa betri tænastur fyri okkara skattakrónur. Verulig ávirkan á almenna raksturin og møguleiki fyri
broytingum, sum muna, liggur ikki í almennu stovnunum, men einans í virkinum sum politikari, tí stillar
hann upp. Hann er vísur í at skattgjaldarin eigur at fáa betri tænastur fyri færri skattakrónur. Róaldur heldur
at tað almenna oyðslar 1 milliard burtur árliga og hetta vil hann sleppa at gera nakað við.

Umframt at hugsa almenna systemið av nýggjum eru hjartamálini annars at lønarskatturin skal munandi
niður samstundis sum brúkaragjøld á dálking koma í staðin. Arbeiðsvikan skal munandi niður so vit hava tíð
til okkara børn og ítriv. Vit skulu hava persónligt frælsið at gera tað sum vit hava hug til og vinnufyritøkur
skulu hava frælsið at gera sum tær hava hug til. Vit skulu tó sjálvandi øll verjast móti ágangi og stremba eftir
burðardygd.

Ovast