Ruth Vang

Ruth Vang

Ruth Vang er 53 ára gomul, búsitandi í Havn og gift Dániali. Tey eiga 3 børn og 2
ommu- og abbabørn. Ruth er útbúgvin ljósmóðir, umframt at hon hevur HD í
roknskapi, fíggjarstýring og fíggjarráðgeving. Hon hevur starvs- og leiðsluroyndir frá
heilsuverki, fíggjarheimi og kommunalari fyrisiting.

Ruth hevur verið varafólk á tingið hetta skjótt farna valskeiði, og formaður í
fíggjarnevndini meginpartin av tíðini.

– mítt mál er, at veljarin kann hava álit á, at eg sum politikari livi upp til mína
ábyrgd. At vit tora at taka røttu avgerðirnar, eisini tá ikki øll taka undir við teimum.
Eri fegin um, at landskassin hevur havt so stórt avlop hesi árini, at tað er eydnast at
minka munandi um skuldina og leggja til síðis til verri tíðir. Skynsamur
fíggjarpolitikkur er fortreytin fyri vælferðarskipanum okkara. Tað er avgerandi fyri
føroyska sjálvræði, at vit gerast alt meiri sjálvbjargin fíggjarliga.

– eg ynski mær eitt rúmsátt samfelag, har tann einstaki hevur bestu umstøður at fylgja
sínum málum og dreymum, eisini um tað ikki er í samsvari við vanligastu fatanina av
tí góða lívinum.

– Tær avbjóðingar, eg meti sum mest átroðkandi júst nú, er ein framhaldandi menning
av heilsuverkinum til heimsins besta. At vit seta ferð á umleggingina til grøna orku.
At vit loysa tær avbjóðingar, sum vaksandi ferðavinnan hevur við sær.

Ovast