Súni er 59 ára gamal, føddur, uppvaksin og býr í Leirvík. Hann er giftur og hevur 4 børn.
Hann er útbúgvin maskinsmiður og arbeiðir hjá Áway Service í Norðragøtu. Í frítíðini dámar honum væl at fáast við tónleik eins og at hjúkla um familjuna.
Súni bjóðaði seg fram fyri Framsókn til kommunuvalið í 2012.
– Vinnulívið er fíggjarligi motorurin í okkara kommunu. Tí er neyðugt at skapa góðar og tryggar karmar um vinnulívið í bygdunum.
– Ítróttin, mentanin og listin skapa trivnað, innihald og samleika. Tí skal kommunan vera virkin viðleikari og stimbra virksemi av hesum slag.
– Tað er umráðandi, at vit altíð hava virðing fyri borgarans peningi og royna at lækka skattatrýstið, meðan vit støðugt hyggja at rakstri og íløguætlanum.
Súni er valevni fyri Framsókn í Eysturkommunu til kommunuvalið 8. november.