Súsanna Olsen

Súsanna Olsen

Súsanna er 59 ár, fødd og uppvaksin í Tórshavn (úti í Grønlandi) Flutti í ungum árum til Danmark í útbúgvingarørindum og var har inntil 2011, tá hon og húskið hennara kom heim aftur til Føroyar. Súsanna er gift, og eigur 2 vaksin børn, og er ídag búsitandi á Hamrinum á Argjum.

Súsanna er útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá Aarhus Universitet, umframt hevur hon eitt hjánám í sálarfrøði frá Aalborg Universitet. Hon starvast á Fróðskaparsetri Føroya, har hon er virkin bæði á Søgu- og Samfelagsdeildini og á Námsvísindadeildini, umframt á Glasir hægri nám.  Starvsleið hennara hevur verið, og er undirvísing innan stjórnmálafrøði, sálarfrøði og leiðsu. Súsanna er eisini nevndarlimur í Sinnisbata.

Politisk hjartamál er at verja okkara vælferð, serliga kjarnuvælferð. Líkamikið hvar ein hoyrir heima á ideologiska spektrinum, er vælferðarskipanin komin fyri at verða. Tó leggur hon áherslu á at raðfylgjan er, at vinnan fær góðar og arbeiðsligar karmar at virka undir, tí tað er hendan sum fíggjar okkara vælferð.

Ein tann stórsti fongurin í vælferðarskipan okkara, metir hon er at øll hava rættin og møguleikan at fáa sær eina útbúgving. Útbúgvingarskipan okkara skal ikki síggjast sum ein útreiðsla fyri samfelagið, men ein týdningarmikil íløga.

Føroyar er eitt samfelag í blómandi menning, og vit ríða á einari hákonjunkturbylgu beint nú. Tó fara  sveiggj  altíð at vera í einum búskapi. Tí er umráðandi at føra ein skilagóðan fíggjarpolitik soleiðis at samfelagið brynjar seg til ringari tíðir.

Samstundis skal ein hyggja frameftir og hugsa samfelagsplanlegging á høgum stigið. Nøkur viðurskifti má ein taka hond um bráfeingis t.d. akuttan tørv av leigu bústøðum, og onnur kunnu bólkast undir átøk á langa bananum.

Umhvørvismál, sum heild er Súsanna mikið upptikin av – og ongantíð áður, í nøkrum føroyskum politiskum tíðarskeiðið, sum næstu 4 árini, er neyðugt at vend má koma í her heima. Vit hava eitt stórt umhvørvisligt uppruddingararbeiði at gera, umframt at halda við líka, og stuðla meira undir politiskt, arbeiðinum fyri grønum orkuloysnum. Føroyski einstaklingurin, serliga unga fólki hevur veruliga tikið hetta til sín, at verja umhvørvið. Tí eigur politiska skipanin at ganga enn meira undan, og ikki lata seg darva av nyttuleysum politiskum og idelogiskum kegli, men ábyrgdarfult, seriøst og samstarvandi, at loysa hetta átrokandi mál.

Ovast