FÓLKIÐ Í HØVUÐSSTAÐNUM EIGUR VALIÐ

Eins og aðrastaðni er í Føroyum ein markantur munur á hugburði og lívsstíli millum miðstaðin og útjaðaran – politiskt, mentanarliga, sosialt, etiskt og á annan hátt. Hetta er í fínasta lagi. Føroyingar kring landið skulu akkurát líka væl sum vit í høvuðsstaðnum hava loyvi til at hugsa og liva eftir síni sann­ føring. Tjóðini nýtist bæði eina holla kjølfesting í tí, sum hevur verið, og eina framsókn móti tí, sum skal koma.

Hugburðurin í útjaðaranum má tó undir ongum umstøðum sleppa at taka kvørkratak á høvuðsstaðnum, sum er og skal vera opin, tíðarhóskandi, frílyntur og litríkur.

Andstøðuleiðarin, formaðurin í Fólkaflokkinum, hevur kunngjørt, at flokkur hansara má og skal vinna valdið í høvuðs­ staðnum. Hann veit, at bert á tann hátt fær hann nóg mikið av atkvøðum til at vinna valdið í øllum landinum. Og hetta verður ikki gjørt við mýkindum. Ein skotríð av lyftum og tilboðum. Ein frumskógur av valplakatum, har flokskandidatar bæði av bygd og úr býi renna hvønn annan um koll. Og ein røð av tilgjørdum sentimentalum filmsbrotum, har kandidatarnir sita og lippa um kapp.

Endamál teirra við at vinna valdið í høvuðsstaðnum er ikki at stuðla undir opinleikan og litríkidømið her. Í flestu andstøðuflokkunum rekur tað hart móti tí modernaða og frílynta lívinum, har vit virða ymiskleikan og frábrigdini hjá hvørjum øðrum heldur enn at avmarka og køva hvønn annan.

Vit rópa varskó og fara enn sum áður at stríðast fyri, at høvuðsstaðurin í alsamt størri mun er frílyntur og litríkur og soleiðis kann røkja sínar undangonguskyldur mótvegis føroyska samfelagnum. Í framkomnum londum er ein tíðar­ hóskandi og dynamiskur høvuðsstaður ein avgerandi táttur í haldførinum, sum framtíðartryggjar alt samfelagið í teirri globalu kappingini um m.a. tey ungu, kreativu og virkisfúsu.

Ovast