LAT TEY IKKI SLEPPA AT SETA FAMILJU TÍNA Í VEÐ!

Hendan samgongan hevur framt nakrar avgerandi nýskipanir, sum hava ligið á láni í áravís. Onkur, sum tordi, mátti jú fremja tær fyri at framtíðartryggja okkara samfelag.

Onkur, sum ikki tordi, roynir nú at berja seg framat aftur valdinum, kosta tað, tað kosta má fyri føroysku familjurnar og fyri føroyska samfelagið. Fleiri teirra hava onga aðra visjón enn at taka nýskipanirnar av aftur fyri at venda aftur til … ja, til hvat?

Hetta er tó trupult at selja vanliga veljaranum. Í einum herðindum av ábyrgdarloysi lovar Fólka-flokkurin tí skattalætta til lág- og meðal innt økur-nar fyri fleiri hundrað ófíggjaðar milliónir, hóast leiðslan har veit, at eingin rætthugsandi stjórn letur so stórar upphæddir út í búskapin, tá hann er í hæddini. Hetta hitar búskapin enn meira og hóttir haldførið út um alt mark.

Okkara samgonga hevur hesi fýra árini bygt upp umleið 1,5 milliardir krónur í avlopi í  landkassanum. Hetta er nógv meira, enn nøkur onnur samgonga hevur megnað. Kortini ávarar Búskaparráðið um, at hetta er ov lítið, tá tíðirnar venda. Vit ynskja samstundis at varðveita og bøta um heilsuverkið og aðrar vælferðartænastur, samstundis sum vit stremba eftir at tryggja komandi ættarliðum einar grønari Føroyar – alneyðug mál, sum tíverri kosta.

Men í valrúsi sínum lovar Fólkaflokkurin kortini hesar hundraðtals milliónirnar minni í landskassan – bara fyri at fáa valdið. Endamálið við hesum vandamikla glantrileikinum sigst vera, at føroyska familjan skal hava tað gott. Men at lokka familjuna við skattalætta nú er at seta hana í veð fyri valdið. Nógvar einstakar familjur hava – eins og familjan Føroyar – neyvan gloymt, hvussu tað kann ganga, um landskassin ikki hevur nóg mikið av peningi til at stimbra búskapin við, tá tíðirnar gerast verri.

At veita skattalætta er púra beint, tá neyðugt er at stimbra búskapin. Men at geva hann nú er burturvið. Hesin lovaði lættin og avtøka av øðrum gjøldum gevur í besta føri familjuni sama stokkuta hitan, sum tú fært, um tú pissar í buksurnar. Hann gagnar henni á ongan hátt í longdini.

Tað óunniliga er, at tá avtornar, er tað heldur ikki ætlanin. Við ábyrgdarleysum valagni er endamálið  hjá hesum politikkarum einans at vinna atkvøður fyri at sleppa framat aftur valdinum fyri at kunna “rulla aftur” fiskivinnunýskipanina, so alt tilfeingið sjálvvirkandi og ókeypis kann latast teimum fáu og nøkrum útlendingum.

Eg loyvi mær at leggja meg út í hendan óunniliga leikin. Somikið gamal í garði fari eg ikki ómælandi at standa óvirkin og hyggja at, meðan tú av óansni setur familju tína veð. Eg havi sæð alt ov nógv til familjur, sum ikki hóraðu undan, tá góðar tíðir brádliga hvurvu.

Vit hava eina søguliga góðar tíðir nú, og vinnan hevur heldur ongantíð havt tað betur. Lat okkum gera tað, vit kunnu, fyri at halda fast um vælferðina. Tað er nú, at vit skulu bjálva okkum, so vit taka broddin av teimum minni góðu tíðunum. Tað er tað, vit skylda føroysku familjunum – og samfelagnum.

Ovast