Føroyar er ein partur av tí arktiska økinum. Arktis verður tann nýggi útjaðarin fyri millumlanda og altjóða samstarvi, gagnnýtslu av náttúruríkidømi, gransking, skipaferðslu, umhvørvisvernd og samfelagsmenning.

Tískil er tað týdningarmikið, at Føryar verða við í viðgerðar- og avgerðartilgongdunum, ið viðvíkja Arktis. Føroyar hevur áhuga í at tryggja, at umhvørvi verður varðveitt, og at øll menning í økinum er burðardygg og langtíðarhaldfør. Vit ynskja eitt arktis, ið er myndað av friði og samstarvi.

Framsókn vil, at Føroyar tekur ábyrgd. Vit skulu gerast ein sjálvstøðugur partur av Arktiska Ráðnum, verða ein partur av samlaðu økistilbúgvingini, og tryggja at øll vinna í økinum er í trá við okkara politikk um umhvørvisvernd.

Samstundis vilja vit sum tjóð hava ein virknan leiklut í granskingarsamstørvum í Arktis, millum annað í samband við umhvørvi, veðurlagsbroytingar, stovnsrøkt og grønar orkuloysnir.

Tað hevur týdning, at vit taka lut, og eru við. Føroyar má hava ein greiðan arktiskan politikk, sum røkir Føroysk áhugamál, og sum eisini er til gangs fyri arktiska økið sum heild.