3 Flugur Við Einum Smekki

3 flugur við einum smekki

Innandura fjølhøll til ítrótt og altjóða tiltøk skal við á eina komandi langtíðarætlan.

Eitt slíkt savningarstað fyri tiltøk kann skapa karmar fyri nýggjum vinnuvegum, ið fyriskipa vinnuligum framsýningum og størri mentanartiltøkum.

Sama hvussu veðrið er, og hvør ættin er, kann kommunan leggja hús til altjóða tiltøk á hávetri. Vinnulívið, mentanin og ítróttin fáa einastandandi møguleikar at víðka háárstíðina fyri síni tiltøk. Avleitt virksemi verður eyðsæð, at gistingarhús og matstovur kunnu rekast við fullari ferð, serliga eftir at summargestirnir eru farnir.

Grannalondini hava slíkar hallir, og her hjá okkum er hugskotið heldur ikki nýtt. Tankar hava verið frammi um eina slíka verkætlan, men so er málið eisini steðgað har. Ein slík høll eigur at vera í høvuðsstaðarøkinum. Her er tørvurin størstur, og her er eisini grundarlagið fyri, at hon verður gagnnýtt best.

Tað er so mangt, ið fer at bera til við einari slíkari verkætlan. Konsertir, vinnuligar framsýningar, risastór ítróttatiltøk – ja, alt handa slag av mentanartiltøkum. Egilshøll í Reykjavík tekur um 15.000 túsund standandi gestir til konserttiltøk. Vit eiga at kunna byggja okkurt sum líkist.

Høllin eigur at koma á eina langtíðarætlan, men vit skulu byrja at hugsa hana inn í ein fíggjarkarm, tí við fjølhøllini fáa vit tríggjar flugur við einum smekki.

Poul Clementsen
Valevni fyri Framsókn

Ovast