Áheitan á Allar Flokkar Og Tingfólk Um At Kalla Tingið Saman Sum Skjótast

Áheitan á allar flokkar og tingfólk um at kalla tingið saman sum skjótast

Til allar flokkar á tingi og tingfólk

Formansskapurin í Løgtinginum hevur seinastu tríggjar vikurnar viðgjørt niðurstøðurnar í kanningini hjá Hans Gammeltoft Hansen í málinum um Skálafjarðartunnilin. Og Formansskapurin hevur staðfest niðurstøðurnar.

Formansskapurin er samdur um, at Løgtingið skal viðgera og samtykkja uppskot um tær rættarligu avleiðingarnar og revsingina fyri løgmann og fyrrverandi landsstýrismannin í innlendismálum fyri brot á lóg um ábyrgd landsstýrismanna.

Niðurstøðan hjá kanningarstjóranum slær fast, at Løgmaður hevur framt brot á §5, stk.2 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna, tí hann við vilja og í fleiri umførum hevur sagt ósatt og borið Løgtinginum skeivar upplýsingar.

Hetta er álvarsligasta og mest grundleggjandi lógarbrotið, ið kann fremjast hjá einum stjórnarleiðara ímóti tí fólkavalda tinginum í eini demokratiskari skipan.

Tað er ikki ein spurningur um samgongu og andstøðu. Men ein spurningur um tingræði, tign, og at tingið er evsti politiski myndugleiki, sum umboðar fólkið.

Vit hava væntað og vónað, at løgmaður sjálvur fór at taka avleiðingarnar av hesum og leggja frá sær.

Tá ið hetta ikki er hent, eigur Løgtingið sjálvsagt at koma saman sum skjótast at staðfesta sítt demokratiska vald og at áseta bæði tær rættarligu og politisku avleiðingarnar.

Tí heita vit á allar flokkar og tingfólk um at taka undir við at kalla tingið saman sum skjótast.

Tórshavn, 10. juli 2015

Vegna Tjóðveldi                     Vegna Javnaðarflokkin                       Vegna Framsókn

Høgni Hoydal                         Aksel V. Johannesen                           Poul Michelsen

Ovast