Alment Samferðslufelag

Alment samferðslufelag

Leggið Strandfaraskip Landsins (SSL), Vágatunnilin (VT), Norðoyatunnilin (VT) og Landsverk (LV) saman og gerið eitt stórt og sterkt alment samferðslufelag, sum megnar ta stóru uppgávu, tað er, at útbyggja og viðlíka alt samferðslukervi í Føroyum.

Nú tað nærkast upp undir val, byrja summir politikarar at spæla uppá tær lokalu junglutrummurnar, við at krevja frítt at koyra her, avsláttur har o.s.v. Men einki er frítt. Um ikki brúkarin betalir, ja so má skattgjaldarin gjalda.” Ja men, ja men…. VIT politikarar lovaðu at tað skuldi verða frítt at koyra ígjøgnum tunlarnar tá lánið var útgoldið” uppáhalda summir politikarar. Til hetta er bara at siga, at í dag er ein nýggjur veruleiki. Ein avgerð sum bleiv tikin fyri 10-15 árum síðani, kann ikki binda politiska myndugleikan í allar ævir.

Men alt hetta er eitt sindur komiskt, at akkurát hetta lyftið hjá politikaranum er so sera, sera umráðandi at standa fast um upp undir hvørt val. Ímeðan onnur lyfti fáa ein ávísan fingur á skák niðan.

Nå men, líkamikið. Hetta lesarabræv skuldi ikki snúgva seg um tað negativa, men heldur um tað positiva. Um hvussu vit hyggja frameftir við nýhugsan og við rationaliseringum kunna útbyggja okkara samfelag til komandi tíðir.

Eg skjóti upp at SSL, VT, NT (og allir komandi undirsjóvartunlar) og parturin av LV, sum hevur við vegakervi at gera, verður lagt í eitt stórt alment samferðslufelag (SFF). SFF skal standa fyri allari útbygging og viðlíkahaldi av øllum ferðsluleiðum í landinum. Leiðum omaná sjógvi, undir sjógvi, yvir land og í gjøgnum land.

Um hetta nýggja SFF fekk ein part av tí skatt/brúkaragjaldi sum longu er álagt bileigarum (vegskatt og skrásetingargjald einar 400mió um ári), framhaldandi slapp at krevja bummgjald VT og NT og slapp at halda ferðaseðlarnar á skipunum á einum rímiligum støði, so hevði tað verið meira enn nokk til at rikið henda nýggja stovn.

Tí við at leggja saman, so høvdu vit spart nógv kontórvirksemi og einar tvær stjóralønir.

Men samferðslukervið skal eisini útbyggjast og uppraðfestast . Tað standa stórar útbyggingar fyri framman.

Viðareiðistunnilin er í gerð, og Eysturoyartunnilin (ET), Sandoyartunnilin (SS) og nýggj Nólsoyar skip eru stungin út í kortið.

Hyggja vit á ynskilista kring landið, finna vit: Teir einsporaðu tunlarnir til Hvalbiar, Sandvíkar og á Borðoynni treingja harðliga til update. Tunnil til Dals og Tjørnuvíkar, tunnil til Vestmanna, tunnil av Fútakletti til Vatnsoyrar (havi skikkur gloymt onkran). Og tá tað kemur til skipini, so eru Sam og Ritan farin um elsta søludato. Og hyggja vit 10-15 ár fram, so hava Smyril og Teistin, sum vórðu ov bíliga bygdir av fyrstan tíð, tant fyri seg.

Rokna vit øll hesi tølini saman, so koma vit uppá eina tvísiffraða milliarda upphædd. Hvussu skulu vit fíggja alt hetta?

Jú, sum sagt omanfyri, at rationalisera og leggja øll hesi almennu feløg saman í eitt felag, nevniliga SFF. SFF fær vegskattin og skrásetingar gjaldið av akførum. Halda eitt rímiligt støði á ferðaseðlunum við skipunum (tað eru ikki nógv støð í heiminum, har tað er so bíligt at ferðast, sum tað longu er í Føroyum). Framhaldandi krevja bummgjald við VT og NT(eisini í ES og SS tá teir koma). Og við at framyvir eisini krevja bummgjald við teir vanligu tvísporaðu tunlarnar sum ganga í gjøgnum fjøll. Akkurát hvussu stór hesi bummgjøld og ferðaseðlagjøld skula vera kann verða rokna fram til, men tað er umráðandi at fáa javnvág í, so at tað verður nøkulunda eins at koyra undir ein fjørð sum at sigla um ein fjørð. SFF sum eigari av tunlum og skipum, og harvið einari tryggari inntøku, kundi heilt víst fingið góðar lánitreytir til komandi útbyggingar.

Hetta nýggja SFF vil soleiðis vera leyst av vanligum lønarskatti, og í staðin vera fíggjað yvir brúkaragjøld. Tað er tó umráðandi at lønarskatturin minkar samsvarandi, so at hetta ikki verður ein steinur omaná.

Karlot Hergeirsson

Ovast