Altjóða Hugsunarháttur

Altjóða hugsunarháttur

Føroyum og føroyingum tørvar ein altjóða mentalitet. Okkum tørvar meiri altjóða samstarv til at menna okkum til kappingarføri innan vinnulív, útbúgving og mentan. Okkara samfelag krevur fjølbroytni og tað verður best tryggjað ígjøgnum samstarv við ymisk lond.

Vit eiga at seta okkum høg mál og arbeiða miðvíst fyri at sleppa av við heimastýrismentalitetin.

Mentan

Tá tað kemur til mentan, so eiga vit at fara nógv longur út í heim við okkara tónleiki, bókmentum og list. Mentan er ein dýrt keypt vøra, og gevur hon nógv avkast, um vit duga at gagnnýta hana, sum tað góða umboð, hon er fyri Føroyar. Til dømis eiga føroyskar bókmentir í nógv størri mun at verða umsettar til mong mál eins og okkara list og tónleikur skulu marknaðarførast víða hvar. ítrotturin hevur á sama hátt kastað ljós á Føroyar, føroyska mentan og føroyskar vørur, og hesum eiga vit í nógv størri mun at fara miðvíst eftir.

Útbúgving

Innan útbúgving og gransking koma vit ikki langt, um vit ikki sum sjálvstøðugur partur fara upp í altjóða samstarv av ymiskum slagi. Okkum tørvar, at nógvir føroyingar umframt enskt duga ymisk fremmandamál, sum kunnu gagna t.d. vinnulívinum. Lunnar verða lagdir undir hetta í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum og so á miðnámsskúlunum. Vit mugu læra okkum tey fyri okkum mest viðkomandi málini í heiminum – og fleiri teirra eisini.

Framsókn

Framsókn vil út í heim at marknaðarføra Føroyar m.a. við føroysku mentanini. Vit vilja stuðla nýhugsandi frambrotum, har mentan og vinna ganga saman út í heim. Framsókn vil leggja lunnar undir skipanir, sum styrkja ein altjóða mentalitet og samstarv kring allan heim – samstarv millum lond, mál og mentanir – um vinnu, útbúgving og mentan – stutt sagt altjóða politikk – eisini á fólkatingi.

X við F

Hanna Jensen

Ovast