Bankabygningurin Aftur Til æru

Bankabygningurin aftur til æru

Man hoyrir dagliga fólk tosa um manglandi lív og trivnað í miðbýnum. Í seinastuni er tó hent nakað, t.d. er eitt torg gjørt oman fyri gamla BankNordik bygningin, og má eg siga, at tað er eitt genialt hugskot. Eitt torg skapar jú trivnað og savnar fólk, um tað er lokkandi.

Hyggja vit, hvat er í nánd av Torginum, síggja vit m.a. handlar, matstovur, samkomuhús, bussterminal, bókasavn o.s.fr., og meira lokkandi verður tað í næstum, nú eitt fitnessentur er á veg.

Men so koma vit til eitt stórt “MEN”, og tað er gamli bygningurin hjá BankNordik, sum Tórshavnar kommuna eigur.

Torg verða gjørd fyri at savna fólk og at skapa trivnað, og tað er her, at Býráðið man hava misskilt okkurt.

Í staðin fyri at sleppa sær av við gamla BankNordik bygningin ella leiga hann út til privat endamál, hevur Býráðið samtykt, at tríggjar hæddir av bygninginum skulu hýsa einum parti av umsitingini hjá Tórshavnar kommunu.

Inn í aðru hædd flytur KT-deild og fíggjardeildin hjá býráðnum, deildin hevur í mong ár húsast á “Glade hjørn”. Á triðju og fjórðu hædd er teknisk fyrisiting hjá býráðnum. Bert veghæddin er almenn.

Upp gjøgnum árini hava fólk trúliga latið søguligar lutir inn til “Tórshavnar Býarsavn” og Føroya Fornminnissavn. Innkomnu lutirnir verða síðan skrásettir og goymdir burtur. Hetta er ikki gott nokk. Fólkið hevur krav uppá, at hesir fornlutir altíð standa frammi. Her haldi eg, at søvnini vísa lítla respekt móti fólkinum og serliga móti teimum, sum hava latið inn.

Sjálvandi skal alt hetta standa frammi, og tað er her, at gamli BankNordik bygningurin kemur til sín rætt. Um “Tórshavnar Býarsavn”, Fornminnissavnið, og eg, við mínum lítla søguliga savni, sluppu inn á aðru hædd í gamla BankNordik bygninginum, og tað privata við góðum hugskotum fekk innivist á triðju og fjórðu hædd, ja, so hevði miðbýurin blivið tað ríkari.

Tað, sum eg her føri fram, er bert eitt av fleiri góðum hugskotum, sum eg liggi inni við.

Og hetta kann bara koma miðbýnum og Havnini sum heild til góðar.

Birgar Johannessen
Valevni fyri Framsókn

Ovast