
Bergun Kass verður forkvinna í nevndini fyri eldraøkið
Nýggja býráðssamgongan millum Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur skipað seg.
Fólkaflokkurin fær borgarstjóran. Annika Olsen verður borgarstjóri. Tjóðveldi fær varaborgarstjóran og Gunvør Balle verður varaborgarstjóri
Fólkaflokkurin fær formannin í Vinnunevndini.
Tjóðveldi fær formannin í Teknisku nevnd, Mentamálanevndini, Trivnaðarnevndini, Náttúru og Umhvørvisnevndini Byggi- og býarskipanarnevndini Økisnevndini.
Nýggj nevnd verður sett hetta valskeiðið. Talan er um nevnd fyri eldraøkið og Framsókn fær formannin í nevndini fyri Eldraøkið.
Tjóðveldi fær formannin í Økisnevndini. Fólkaflokkurin fær formannin í Fjarhitafelagnum og Tjóðveldi fær umboð í nevndini í SEV
Nú situr býráðssamgongan og skrivar samgonguskjal, sum inniheldur yvirskipaða politikkin komandi valskeiðið. Arbeiðið gongur væl og samgonguskjalið verður lagt fram ein av komandi døgunum.