Brævbjálvin Hjá Mammum Við Pengum í

Brævbjálvin hjá mammum við pengum í

Tá ið eg var barn, sá eg løn í brævbjálvum. Pápin gav mammuni brævbjálvan, og so legði hon brævbjálvan í eina skuffu.

Pápin visti, at mamman syrgdi fyri vælferðini hjá húskinum. Hann visti, at hon fyrst keypti barnaskógvin, áðrenn hon hugsaði um nýggja borðið í stovuni.

Og at hon dugdi at fáa burturúr. Gamalt til nýtt. Heimagjørt heldur enn keypt – í tann mun pengarnir vildu tað.

Hetta eru raðfestingar, tá ið ikki nóg mikið er til alt.

Sum politikkari vil eg verða sum pápin, ið trygt kann leggja brævbjálvan út í fyrisiting og almenn starvsøki og vita, at fólkið hevur tað gott.

Býir verða ikki mettir eftir, hvussu møblar síggja út, men hvussu tú ‘fert við’ teim veikastu.

Vit eru ikki komin á mál, tí sjúk, eldri, støk, børn og familjur hava tað ikki altíð gott og fáa ikki altíð tær umstøður, ið søma seg vælferð og søma seg einum tíðarhóskandi samfelagi.

Vit mugu arbeiða við loysnum og hugsa út úr boxini – men latið okkum eisini hugsa um lønina í brævbjálvanum. Hon má brúkast til tað, sum er mest átrokandi, og hon má brúkast, har hon veruliga munar.

Hetta krevur málrættaðar politikarar, gløgga fyrisiting og størri arbeiðsfrælsi hjá teimum, sum hava dirvi at ganga fremst.

Bergun Kass
Valevni fyri Framsókn

Ovast