Broyttur Landsfundur

Broyttur landsfundur

Orsakað av fólkatingsvalinum, verður lýsti landsfundurin hjá Framsókn broyttur til bert at hýsa formalia í sambandi við roknskap og val av nevnd.

Vit fara, eftir summarsteðgin, at lýsa til ein fund fyri limum og almenningi, ið fer at innihalda politiska partin, ið var ætlaður landsfundinum, umframt at onnur íkast verða. Tá er tíðin eisini búgvin til at valevnini til komandi løgtingsval stíga fram á pallin.

Komandi landsfundur verður leygardagin 20. Juni, kl. 10:00 í flokshølunum á Gamla Apoteki.

Skrá sambært viðtøkunum:

1. Landsfundurin verður settur av floksformanninum/kvinnuni.

2. Val av fundarstjóra og –skrivara.

3. Frágreiðing frá farna árinum (politisk og felagslig). (verður flutt til seinni fund)

4. Framløga av roknskapi floksins.

5. Framløga og orðaskifti. (verður flutt til seinni fund)

6. Møguligir gestarøðarar. (verður flutt til seinni fund)

7. Val av floksnevndarlimum:

Tveir limir, og tveir tiltakslimir, verða valdir á hvørjum ári, fyri tvey ár. Tá flokkurin ikki hevur politiska umboðan, verða tó tríggir limir valdir.

8. Val av grannskoðara.

9. Áseta limagjaldið fyri komandi ár.

10. Innkomin mál.

11. Ymiskt.

Ovast