Ein Tíðarhóskandi Ferðavinnubýur

Ein tíðarhóskandi ferðavinnubýur

Vit hava einastandandi møguleikar at vaksa um ferðavinnuna við ítróttini á odda. Vit skulu sum skjótast gera golfvøll við 18 holum og geva frælsum ítrótti betri umstøður.

Nú skulu vit hava ein golfvøll við 18 holum á Glyvursnesi og somuleiðis felagshús til ítróttina. Hesum hava nógv bíða spent eftir, og nú skal arbeiðið gerast. Ein slíkur golfvøllur fer at draga enn fleiri ferðafólk til Føroya og til okkara deiliga bý. Tey ferðafólkini, sum veruliga leggja pening eftir sær, eru millum annað golfferðafólk. Harumframt er hetta eitt gott tilboð til golfáhugað havnarfólk og teir borgarar, sum nú eru farnir á pensjón. Eitt gott ítriv fyri okkara gráa gull og fyri føroyingar sum heild.

Okkara kommuna hevur allar karmar og møguleikar at menna eina ítróttarferðavinnu og at skipa fyri altjóða kappingum her. Tað hava millum annað Fimleikafelag Føroya og Flogbóltssamband Føroya prógvað. Vit hava bæði ítróttirnar, gistingarstøðini og matstovuvinnu, sum nøkta henda tørvin.

Men her er enn arbeiði eftir at gera at lyfta økið upp. Vit mugu bøta um umstøðurnar hjá okkara frælsa ítróttarfólki kring Tórsbreyt, har skal millum annað gerast skýli og sitipláss til áskoðarar. Eisini skulu karmarnir hjá badminton dagførast. Badminton er ein stór ítrótt í Tórshavnar kommunu.

Framsókn vil menna ferðavinnunu við virðing fyri náttúru og umhvørvi. Nólsoy, Hestur, Kirkjubøur, Kaldbak og Norðradalur eru bara nøkur av økjunum, sum eru sera vøkur og hava óendaligar møguleikar.

Hesum fari eg at arbeiða fyri, velja tit meg inn á kommunuvalinum 8. november 2016.

Oda W. Andreasen
Valevni fyri Framsókn

Ovast