Eina Tíðarhóskandi Langtíðarætlan Fyri Tórshavnar Kommunu

Eina tíðarhóskandi langtíðarætlan fyri Tórshavnar kommunu

“Men mamma tú hevur kort” sigur gudsonurin við mammuna, tá ið hon roynir at greiða honum frá, at tað ber ikki til at koyra alt í kurvuna, sum hann peikar á.

Logikkin um, at man má hugsa um morgindagin eisini, rínur ikki ordiliga við hjá honum, tí so leingi man hevur gjaldskort, hevur man altíð pengar – er hansara fatan. Kommunan hevur eisini eitt slíkt gjaldskort – ella tað tykist vera fatanin í Tórshavnar kommunu í dag. Jú, pengar eru á gjaldskortinum, men verða teir ikki nýttir skynsamt, er eingin trygd fyri, at teir eru har í morgin. Og hvussu vit handfara virðini á gjaldskortinum, er júst tað, sum avgerð tess virði í framtíðini.

Hvussu skal gjaldskortið handfarast? Ein greið ætlan tykist vera ein trotavøra í dag. Hvør framtíðin hjá Tórshavnar kommunu skal verða tykist ógreið. Avgerðir verða tiknar fyri at gleða borgararnar her og nú, men her verður ikki hugsað um avleiðingarnar í framtíðini. Populistiskar avgerðir, sum ikki taka hædd fyri, at tær bæði binda framtíðina og eru ov kostnaðarmiklar og veruliga illa hugsaðar.

Framsókn vil, at Tórshavnar kommuna hevur eina ætlan, í dag og í framtíðini. Eina ætlan, sum rúmar tí framgongd, sum vit vilja hava í okkara størsta og framkomnasta býi. Framsókn vil arbeiða fyri, at avgerðir, ið verða tiknar í Tórshavnar kommunu, eru partur av eini langtíðarætlan. Peningur skal ikki oyðslast og binda framtíðina ov nógv bert tí, at lummarnir eru rokaðir, ella tí at ein onnur kommuna bjóðar okkurt sum glitrar fyri at lokka borgarar at flyta í akkurát ta kommununa.

Er eingin ætlan, er eingin trygd fyri einum vaksandi býi. Eg vil hava virðingin fyri borgarans menniskjaliga virði og virðing fyri pengunum, sum vit rinda í skatti. Hetta vil Framsókn tryggja saman saman við øðrum flokkum við virðing fyri øllum borgarum. Tí í Framsókn eru vit góð við Havnina og Tórshavnar kommunu, og vit vilja seta kommununa á heimskortið fyri sín opinleika, trivnað og menning.

Eg kundi hugsað mær, at ein slík langtíðarætlan ikki bara snýr seg um tað sjálvsagda, sum grundleggjandi kjarnutænastur og vælferðartænastur t.e. eldraøkið og børn og ung, men millum annað eisini fatar um:

– hvussu kommunan skal vera klár at bjóða útisetum heimaftur
– hvussu ferðasambandið við útheimin kann betrast
– gjøgnumskygnið í kommununi, bæði viðvíkjandi ætlanum og fígging

Sissal Kjartansdóttir
Valevni fyri Framsókn

Ovast