Eitt Samfelag Við Nógvum Møguleikum

Eitt samfelag við nógvum møguleikum

Í Dimmalætting 27. mars stóð hendan greinin um Høgna Reistrup, valevni hjá Framsókn. Skrivað hevur Sveinur Tróndarson.

Fyri einum sløkum mánaði síðan kunngjørdi Høgni Reistrup, at hann stillar upp til løgtingsvalið, sum í seinasta lagi verður í heyst. Avgerðin hevur verið á veg í rúma tíð og er tí væl hugsað ígjøgnum. – Eg veit, hvørjar avleiðingarnar eru, tá man stillar upp, men onkur skal vera politikari og nú havi eg so gjørt av at bjóða meg fram.

Tankin fekk loyvi at búnast, og hann hugsaði seg væl um. Síðan valdi Høgni Reistrup at taka av møguleikanum at stilla upp til løgtingsvalið, sum verður seinni í ár. Eftir at hann var liðugur við sína útbúgving sum cand. mag. í miðlavísindum, hevur hann verið øgiliga virkin í kjakinum um fólkaminkingina í Føroyum, og millum annað hevur hann saman við Hera á Rógvi ritstjórnað bókina Exit Føroyar, sum er um sama evni.

Umframt at hava hildið hópin av fyrilestrum um fólkaminking, hevur hann í almenna orðaskiftinum, bæði her heima og uttanlands, gjørt vart við samfelagsligu vandarnar, tá fólkatalið í einum so lítlum samfelag sum tí føroyska, minkar so ógvusliga.

Áðrenn tað var hann nokk serliga kendur frá tónleiki. Hann gav sína fyrstu fløgu út fyri átta árum síðan, og síðan tá hevur hann givið tríggjar fløgur út afturat. Ta seinastu í desember 2013.

Men hvat er tað sum fær ein ungan mann at velja at bjóða seg fram at vera politikari?

– Tá eg fór uttanlands at útbúgva meg, øktist áhugin fyri samfelagsviðurskiftum og serliga føroyskum samfelagsviðurskiftum. Føroyar motivera meg, og tí var tað kanska ikki so ónáttúrligt, at eg valdi at taka av at stilla upp, tá eg fekk tilboðið frá Poul Michelsen og Framsókn. Vit hava tosað nógv saman um hetta, eg taki fult undir við tí, sum flokkurin stendur fyri og so haldi eisini, at tað ljóðar sum ein spennandi avbjóðing, sigur Høgni Reistrup.

Mugu bjóða okkum fram

Høgni Reistrup er 31 ára gamal og býr saman við unnustu síni, sum hann eigur eina lítla dóttur saman við. Síðan juni 2013 hevur hann starvast sum samskiftisráðgevi hjá Tórshavnar kommunu, og spurningurin er so, hvat tað er, sum soleiðis fær hann at velja síðu politiskt?

– Eftir at eg fór út um landoddarnar at lesa, fekk eg ikki bara nógva vitan um mítt fakøki. Eg lærdi eisini nógv um Føroyar – ikki minst frá nógvum góðum føroyskum vinmonnum í útlegd, sum nýttu høvið til at tosa um alt frá høgdum sethúsaprísum í Havn til ferðasambandið til Føroya. Tá eg fekk fyrispurningin, var tað ein spurningur, um eg skuldi taka stigið og lata meg stilla upp, og eftir at hava hugsað um tað í rúma tíð valdi eg at siga ja, sigur Høgni Reistrup.

Hann leggur dent á, at hann bara stillar upp, tí hann kann sameina seg við tað, sum flokkurin stendur fyri.

– Vit hava tosað nógv saman báðir, og mær dámar tað, sum flokkurin stendur fyri. Tað snýr seg um at vilja einar nýmótans Føroyar og at skapa fortreytirnar fyri meira vøkstri. At mann sær møguleikar heldur enn vansar. Og at mann tekur undir við, at borgararnir í landinum skulu hava so stórt frælsi sum møguligt – at landið ikki skal leggja seg út í øll møgulig persónlig viðurskiftir, og so skal tað løna seg at arbeiða.

Tók eg ikki undir við politikkinum hjá flokkinum, so hevði tað ikki komið upp á tal at stilla upp, sigur Høgni Reistrup.

Líkasælan fingið fastatøkur

Hesi seinastu nógvu árini hevur tignin hjá politikarunum ikki verið serliga høg. Tað skal púrt einki til, áðrenn fólk havast at politisku skipanini, og tað er ein trupulleiki.

– Vit mugu skapa størri virðing fyri politiska arbeiðinum, og so skulu vit grundleggjandi fara betur við hvørjumøðrum, sigur Høgni Reistrup. Eftir hansara tykki er líkasælan størsti vandin. Og hon má undir ongum umstøðum vinna fram.

– Tað byrjar við, at fólk gerast vónbrotin av tí, sum fer fram. So gerast tey ill og til seinast líkasæl. Tað er ein ónd ringrás, og tað er hana, vit mugu bróta. Vit bróta hana ikki við at sita uttanfyri. Tí mugu vit bjóða okkum fram. Einki hendir av sær sjálvum, sigur hann.
Tað at trína inn á politiska pallin er ikki akkurát tað mest upplagda, tí tað kostar, men aftur har, tað er eitt val, sum man má taka viðhvørt.

– Onkuntíð skulu vit taka kjansir, sum føra okkum út úr fyri framman, enn eftir forðing okkara “comfort zone.” Eg veit væl, at eitt slíkt stig kann koma at “kosta” í framtíðini, men tað taki eg við, sigur Høgni Reistrup.
Hann greiðir frá einum vinmanni, sum fyri nøkrum árum síðan stillaði upp, og sum framvegis merkir eftirvirkningarnar av tí.

– Samfelagið er so lítið, øll kenna øll og øll hava eina meining um alt, men vit mugu eisini tora at taka kjansir og vilja fleiri framstig, leggur hann afturat.

Ríkir møguleikar

Hvør er so persónurin Høgni Reistrup, um hann skal seta orð á seg sjálvan?

– Eg haldi, eg velji at brúka orðini, sum lítlibeiggi mín festi á meg, tá eg helt 30 ára føðingardag í fjør. Tá segði hann, at eg eri forvitin, positivur og glaður. Tað, haldi eg, er ein góð lýsing av mær, tí skal eg siga tað sjálvur, so dámar mær nógv betur at hyggja eftir teimum møguleikum, sum liggja unum, sum møguliga kunnu vera fyri, at vit fáa tað at virka, sigur hann.

Og sambært honum eru møguleikarnir í Føroyum nógvir, bæði fyri einum og øðrum, spurningurin er bara at seta alt rætt saman, so vit í felag lyfta frameftir heldur enn at vit taka mótið frá hvørjum øðrum. Vit skulu kýta okkum soleiðis, at vit, sum búgva í Føroyum, eru ein fyrimynd fyri onnur úti í heimi.

– Tak tað, sum hendi rundan um sólarmyrkingina, sum dømi. Tað var einastandandi at vera í býnum hesar dagarnar, tí her var so nógv fólk. Hugsa tær alt, sum vit kunnu gera, um vit eru so nógv fólk í landinum alt árið? Tað gevur altso nógv fleiri møguleikar, tá vit eru fleiri, sigur Høgni Reistrup.

Tí eigur tað eftir hansara tykki at vera málsetningurin at gera samfelagið meira áhugavert, so vit gerast fleiri.

– Tað hevur stóran týdning fyri menningina av samfelagnum, at vit gerast fleiri, tí tá økjast møguleikarnir. Tíverri hava vit ofta lyndi til at hugsa hinvegin. Vit síggja fleiri fólk sum eina økta kapping heldur enn at síggja tað sum ein øktan marknað. Og tað ber til at broyta, sigur hann.

Mugu fáa fólk at støðast

Eitt av tiltøkunum, sum skal fáa ung fólk at verða verandi í Føroyum er við at gera útbúgvingar-
møguleikarnar betri. Tað arbeiðið sum er í gongd, tí smátt um smátt er Fróðskaparsetrið farið at bjóða alsamt fleiri útbúgvingar út. Samstundis bjóðar Vinnuháskúlin út kappingarførar útbúgvingar, sum stórur eftirspurningur er eftir.

Tað hevur stóran týdning, bæði fyri at tey, sum veruliga hava hug at byrja sína lestrarleið í Føroyum, skulu sleppa tað, og at onnur, sum lesa aðrastaðni, kunnu koma higar í eitt semestur, tvey ella fleiri.

– Eftir mínum tykki hevði eitt ordiligt kollegii verið ein skilagóð íløgan, tí tað hevði givið fólki høvi til at koma hendavegin í eitt tíðarskeið, uttan at skula spenna seg hart fyri fíggjarliga. Bæði føroyingar og skiftisnæmingar úr øðrum spennandi mentanum.
Tað hevði eisini bygt lestrarumhvørvið út og hevði í allar mátar verið eitt gott tilboð, sigur Høgni Reistrup.

Hann leggur dent á, at hann avgjørt er fyri, at fólk fara burtur at nema sær útbúgving, tí tað mennir tann lesandi og tað gevur eisini landinum nógv. Tey koma aftur við nógvari vitan uttan úr heimi, vitan, sum vit kunnu brúka til at gera samfelag okkara enn betri.

– Men málið hjá okkum má vera, at vit skulu fáa so nógv heimaftur sum tilber, so vit kunnu styrkja samfelagið í allar mátar. Men tað er ein øgiliga stór avgerð hjá fólki at flyta heimaftur. Kanska tann størsta avgerðin nakrantíð, og tað skulu vit skilja og hava virðing fyri, sigur hann.

Skuldi heimaftur

Hjá honum sjálvum var tað ongantíð ætlanin, at hann skuldi verða verandi niðri. Málið hjá honum var at fara uttanlands at nema sær útbúgving, og so var ætlanin at flyta heim aftur til Føroya.

– Í nógvar mátar er tað nógv stuttligari at arbeiða í Føroyum. Vit sita tættari upp at ávirkanini, og tað tiltalar meg nógv meira enn tað at sita í einari stórari fyritøku eitt nú á evropeiska meginlandinum. Í Føroyum hevur einstaklingurin størri ávirkan enn hann hevur í størri londum, sigur Høgni Reistrup.

Tað var tó ikki bara tað, sum spældi inn, tí stutt og greitt lá tað allatíðina í kortunum, at tey skuldu aftur til Føroya.

– Tað er frálíkt at búgva uttanlands eitt skifti, t.d. tá man er burtur í lestrarørindum. Tað víðkar havsbrúnna. Men tilknýtið hjá okkum er hendavegin, og tí er tað púra nátúrligt, at vit vilja sleppa heimaftur. Eg kenni ótrúliga nógvar føroyingar uttanlands, sum ómetaliga fegnir vilja flyta heim. Tað snýr seg bara um at finna røttu loysnina. Soleiðis var tað í grundini eisini hjá okkum.

Fyrr ella seinni kemur tú til eitt punkt, har tú hevur hug at flyta heimaftur, greiðir hann frá. Tann løtan kom fyri hálvum øðrum ári síðan ella har á leið, og nú er hann aftur partur av hesum samfelagnum. Kanska sum politikari, kanska ikki. Hvussu tað fer at eydnast, avger bara veljarin valdagin.

Ovast