Eitt Virðiligt Lívsins Heyst

Eitt virðiligt lívsins heyst

At yvirtaka eldraøkið og halda, at vit framhaldandi kunnu koyra í sama spori, tað gongur ikki. Vit eru noydd at gera okkurt beinanvegin.

Av egnum royndum kann eg siga, at tað er ikki stuttligt sum avvarðandi at koma í ta støðu at sita við tveimum eldri fólkum, sum frá degi til dags eru blivin óhjálpin og tí ikki kunnu búgva heima hjá sær sjálvum. Vit halda øll, at tá ið hetta hendir, ja so kann man eftir stuttari tíð fáa eldrabústað. Men so er ikki. Vit runnu runt og bankaðu á nógvar hurðar. Øll søgdu tað sama: tað er einki pláss, og tit koma á ein bráðfeingislista.

Vit minnast øll sjónvarpssendingina hjá KVF, har verfaðir greiddi frá sínari støðu, nú konan so brádliga var farin at minnast illa. Tað var ikki stuttligt at verða noydd at siga, at eg ikki kundi taka mína fittu vermóður heim av Landssjúkrahúsinum, tí eg kundi ikki ansa henni heima. Og tað var sera krevjandi at hava ein verpápa, sum nú var einsamallur heima og mátti hava hjálp til tað mesta, tí konan var tann, sum hevði gjørt alt áðrenn. At fáa heimahjálp var heldur ikki so lætt, tí man væntar, at familjan skal taka sær av hesum.

Fyrr var vanligt at familjan kundi taka sær av sínum, men tað er ein farin tíð. Samfelagið er nógv broytt, og í dag arbeiða øll og kunnu av fíggjarligum ávum ikki fara úr sínum starvi heim at ansa sínum. Foreldur míni eggjaðu okkum systkjum at taka eina útbúgving, so vit fingu eitt gott lív. Tá ið man so situr í einum góðum starvi, børnini eru blivin vaksin, ja so er tað sera torført at siga arbeiðið frá sær, tí man má fara heim at ansa sínum.

Støðan, sum er í dag á eldraøkinum, minnir nógv um støðuna, sum var á dagstovnaøkinum fyri nøkrum árum síðan. Tað fingu vit loyst, og eg vil arbeiða alt fyri at fáa eina góða loysn á eldraøkinum. Kommunan er fíggjarliga væl fyri, og gongdin tey seinastu fýra árini hevur víst, at man hevur nóg nógvan pening at seta í nógvar ymiskar verkætlanir, so nokk man tað eisini fara at verða pláss fyri at hækka játtanina til økið.

Nú val stendur fyri framman, lova øll at gera okkurt, eisini tey sum hava sitið í Býráðnum tey seinastu árini og nógv í fleiri ár. Trupulleikin er ikki nýggjur, men nú er nokk tosað. Nú fari eg til verka.

Okkara gomlu skulu hava eitt virðiligt lívsins heyst.

Berit W. Samuelsen
Valevni fyri Framsókn

Ovast