Er Breiða Samráðingartilgongdin Steðgað Aftur ?

Er breiða samráðingartilgongdin steðgað aftur ?

Í morgin skal føroya løgmaður svara munnligum fyrispurningi frá Poul Michelsen:
Munnligur fyrispurningur til løgmann.

1. Er breiða samráðingartilgongdin um nýggja fiskivinnunýskipan steðgað aftur ?

2. Hví sigur løgmaður alment, at andstøðan ikki vil vera við at gera eina fiskivinnunýskipan ?
• Hvat grundar løgmaður tað á?
• Hevur nakar fundur ella samskifti verið millum partarnar, sum grunda útsagnir løgmans?
• Finst eitt uppskot um nýskipan av fiskivinnuni, sum andstøðan kann taka støðu til ?
• Um so er, ber so til at síggja uppskotið ?

3. Um andstøðan nú er sett uttanfyri ávirkan, kann løgmaður so grunda hví ?

Ovast