Framsókn Ger Neyðuga Munin

Framsókn ger neyðuga munin

Á Fólkatingi ætla vit at føra ein miðvísan uttanríkispolitikk, sum styrkir okkara sjálvsfatan og virðing, gevur okkum vitan og perspektiv og mennir okkara vinnu, sølu og búskap.

Á Fólkatingi ætla vit steðga teirri miðvísu ES-tilgongdini, sum verandi fólkatingsumboð stríðast fyri í beinleiðis andsøgn til ein stóran meiriluta av Føroya fólki.

Vit mugu tó staðfesta, at undir verandi heimastýrisskipan viðger Fólkatingið regluliga viðurskifti, sum hava beinleiðis ávirkan á Føroyar, og tekur avgerðir um tey. Tess meira av sínum ræðisrætti, Danmark má lata ES, tess meira kemur europeiska samveldið at stjórna føroyskum politikki.

Tí er ein uppgerð neyðug og Føroyar mugu seta egna uttanríksipolitiska kós!

Líka mikið hvat slag av samstarvi ella hvønn vit samstarva við, so verður hetta grundað á, at Føroyar luttaka sum sjálvstøðug tjóð og við fullari ábyrgd fyri sær sjálvum og mótvegis teimum, sum vit samstarva við.

Vit halda, at tíðin er komin til broyta føroysku siðvenjuna í politiska arbeiðinum á Fólkatingi. Okkara boð er tveita undirbrotligheitina burtur og í staðin geva stoltleikanum og sjálvsvirðingini rúmd.

Vit eru sannførd um, at Framsókn kann gera neyðuga munin, og vit biðja um undirtøku frá Føroya fólki til at sleppa at umboða tað á Fólkatingi.

Hanna Jensen, næstforkvinna í Framsókn

Ovast