Fyrispurningur Um Prest Til Næmingar Og Lesandi, Settur Bjørn Kalsø, Landsstýrismanni

Fyrispurningur um prest til næmingar og lesandi, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um prest til næmingar og lesandi, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1) Eru ella hava ætlanir verið um at seta prest at røkja tænastu og uppgávur millum næmingar og lesandi í Føroyum?

2) Hvussu kann ein tílík skipan við presti/gudfrøðingi á útbúgvingarøkinum gerast veruleiki og um hvussu langa tíð?

3) Hvørjir partar eiga at hava ábyrgd av, hava ávirkan á og at fíggja eina skipan við presti/gudfrøðingi á útbúgvingarøkinum?

Viðmerkingar
Fólkakirkjan er týðandi partur av føroyska samfelagnum. Í 1990 gjørdust Føroyar sjálvstøðugt bispadømi, og bispurin ovasti myndugleiki kirkjunnar. Ólavsøkudag 2007 varð Fólkakirkjan yvirtikin, og síðani eru nógvir ymiskir spurningar viðgjørdir, nógv arbeiði gjørt, og sumt lutvíst avgreitt í arbeiðinum at menna kirkjuna á føroyskum grundarlagi.

Fólkakirkjur hava onnur prestastørv enn tey, sum eru knýtt at prestagjaldi so sum fongsulsprest, sjómansprest, ungdómsprest v.m. Hesi størv eru grundað á ein tørv fyri serligan bólk, og har tørvurin er uttan fyri vanliga siðbundna arbeiðið við kirkjurnar í einum prestagjaldi. Kirkjur aðrastaðni hava ofta universitetsprestar ella teologar, sum eru starvssettir sum sálarhirðar og til at røkja ymiskar presta-/pastoruppgávur millum ung og vaksin innan útbúgvingarøkið.

Sum heild verður viðurkent millum tey, sum arbeiða við menniskjum, at neyðugt er at fevna um tað heila menniskja –likam sál og anda – eisini í sokallaðum “Student Wellbeeing Services”. Sí t.d. á Københavns Universitet. http://studenterpraesterne.ku.dk/.

Tí kemur tíðum spurningurin upp, um Føroyar hevur universitetsprest ella skal hava eina líknandi skipan við gudfrøðingi, hvørs arbeiðsuppgáva fyrst og fremst er at tæna ímillum næmingar og lesandi – t.e. á einum øki í føroyska samfelagnum, har flestøll ung og mong vaksin hava sítt dagliga strev, í skúlum, miðnámsskúlum og hægri læristovnum.

Kanning millum ung í 9.flokki í Føroyum herfyri vísir greitt, at lívsins stóru spurningar og trupulleikar fylla nógv millum hesi. Kanning á Studentaskúlanum í Hoydølum í 2014 bendi eisini á ein ávísan tørv á at bjóða ymiskar tænastur til hendan sera breiða hóp av ungdómi, sum fer undir okkurt slag av útbúgving eftir fólkaskúlan.

So leingi eitt samfelag hevur eina almenna fólkakirkju, kann vera skilagott at spyrja, um tænastan er, har fólkið er. Hugsast kann, at eitt ávíst kanningar – og/ella fyrireikingararbeiði er gjørt hesum viðvíkjandi – antin hjá kirkjumyndugleikum ella í øðrum høpi. Og møguliga eru fleiri gagnligir hættir at hugsa, fyrireika og fíggja eina tílíka presta-/pastortænastu – og møguliga kunnu fleiri ábyrgdarar vera, bæði tvørsektorelt og tvørkirkjuligt?

Tí verða hesir spurningar settir

Á Løgtingi, 27. mars 2015

Hanna Jensen

Ovast