Góðan Morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar

Tað er í tøkum tíma, at vit purra út!

Føroyar og Danmark hava ikki samanfallandi tjóðskaparlig ella búskaparlig áhugamál. Kortini tekur danska Fólkatingið fleiri avgerðir, sum hava ávirkan á Føroyar.

Vit mugu skjótast tilber gera upp við sonevnda ríkisfelagsskapin. Til vit eru komin á mál við tí, mugu vit brúka fólkatingsumboðanina sum part av einum virknum uttanríkispolitikki.

Danir lata ES sín ræðisrætt og harvið avgerðina um, hvat teir kunnu loyva sær í sonevnda ríkisfelagsskapinum. Vit skulu steðga eini tilgongd, har vit gjøgnum bakdyrnar gerast ES-limir sum partur av Danmark – ein tilgongd, sum hevði forkomið okkum sum eitt virkið, sjálvshugsandi og egið fólk.

Vit mugu eisini venda arbeiðs- og avrikshugburðinum hjá teimum, sum higartil hava sitið á Fólkatingi. Tað er beinleiðis snópisligt, tá føroyskir politiskir flokkar og ávísar føroyskar verkætlanir verða fíggjað av donsku fíggjarlógini.

Heldur enn at taka dagar ímillum ein bláan ella reyðan blokk ella at skipa okkum í hetta ella hatta norðuratlantiska átakið, skulu vit tryggja, at okkara virkisgrundarlag í alheiminum ikki verður avmarkað av ríkisfelagsskapinum. Hetta skulu vit gera púra óheft av, hvat danska stjórnin ella danskir og grønlendskir politikkarar halda og gera.

Tíðin er komin til broyta føroysku siðvenjuna í politiska arbeiðinum á Fólkatingi. Vit fara at tveita undirbrotligheitina burtur og í staðin geva stoltleikanum og sjálvsvirðingini rúmd. Vit biðja hervið um undirtøku frá tykkum – Føroya fólki – til at sleppa at gera tað.

Poul Michelsen, formaður í Framsókn

Ovast