Grundstykki Til Eysturbúgvar

Grundstykki til eysturbúgvar

Til kommunuvalið í Eysturkommunu fyri 4 árum síðani var eitt av evnunum, at eingi grundstykki vóru tøk í Syðrugøtu. Nú kommunuval aftur er í hondum, kunnu vit frøast um, at fólk aftur kunnu byggja sær hús í Syðrugøtu.

Men sambært netsíðuni hjá Eysturkommunu eru ongi grundstykki tøk í øðrum bygdum í kommununi. Vitandi um at keyp og møgulig ognartøka tekur tíð, má hetta raðfestast nógv hægri enn higartil. Her manglar ein framskygd ætlan.

Nú Føroyar verða enn meira knýttar saman, og tað styttist úr enda í annan, er stak óheppið, missa vit borgarar av hondum, tí okkum vanta grundstykki. Borgarar, sum skulu vera fíggjarliga grundarlagið undir framhaldandi vælferðini og kjarnutænastunum í kommununi.

Fyri at skapa eitt skynsamt fíggjarligt grundarlag í kommununi, er neyðugt, at hugt verður væl eftir, hvussu skattapeningurin verður brúktur. Ein kommuna eigur ikki at krevja meira inn í skatti enn neyðugt, og tískil fylgir sera stór ábyrgd við at umsita pening hjá øðrum.

Verandi skattaprosent í Eysturkommunu er í hægra endanum, meðan barnafrádrátturin er í lægra endanum samanborið við aðrar kommunur. Her er nakað at arbeiða við komandi valskeið fyri at tryggja framhaldandi fólkavøkstur.

Hákun Andreasen
Valevni fyri Framsókn í Eysturkommunu

Ovast