Hanna Jensen Stillar Upp Til Komandi Løgtingsval

Hanna Jensen stillar upp til komandi løgtingsval

Framsókn skal boða frá, at 42 ára gamla Hanna Jensen aftur verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.

– Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn bjóði eg meg fram aftur til løgtingsvalið í ár. Eg leggi drúgvar royndir við politiskum virksemi og gott sjey ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til. Eg meti at Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag, sigur Hanna Jensen.

Hanna er útbúgvin M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum. Hon starvast sum studentaskúlalærari og er eisini lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy. Hanna Jensen er býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Mentanarnevndini, varatingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Haraftrat er Hanna franskur konsul í Føroyum.

– Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við. Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk og sum varatingkvinna eisini innan landspolitikk. Harafturat kemur altjóða og norðurlendskt virksemi og royndir haðani, sigur Hanna Jensen at enda.

Ovast