Hjúnarbandslógin Løgd Fyri Tingið

Hjúnarbandslógin løgd fyri tingið

Kelda: Portal.fo

Í dag (17.11.2015) var uppskotið til broytingar í hjúnabandslógini løgd fyri tingið. Tað eru tingkonurnar Sonja Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Hanna Jensen úr Framsókn og Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum, sum hava lagt fram uppskotið, sum ríkislógartilmæli.

Løgtingið verður biðið um at biðja ríkismyndugleikarnar seta í gildi partar av ”lov om ægteskabs indgåelse og opløsning” við millum annað at innseta: ”Loven finder anvendelse på ægteskab mellem to personer af forskelligt køn og borgerligt ægteskab mellem to personer af samme køn.”

”Stundin er nú komin til, at Føroyar dagføra lóggávuna, so samkynd og hinskynd verða javnsett í mun til borgarlig rættindi, eisini í hjúnabandslóggávuni”, siga uppskotsstillararnir í viðmerkingunum.

Ovast