Humanitera Avbjóðingin, Vit Ikki Sleppa Undan

Humanitera avbjóðingin, vit ikki sleppa undan

Flóttafólkatalið nærkast teimum 60 mió. Óansæð hvussu leingi, málið verður útsett, so sleppa vit ikki undan hesari heimskollveltingini. Heimurin stendur frammanfyri helst størstu humaniteru kreppuni nakrantíð. Altjóða samfelagið má standa saman um at lofta hesi  avbjóðingini. Eisini vit.

Tað er lætt fyri okkum at ikki gera nakað. Tað er lættari fyri okkum, enn tað er fyri onnur. Eingin leggur trýst á okkum, eingin leggur merki til okkum, vit føla okkum ikki hava ábyrgd og hava nokk av lógartekniskum umberingum fyri at útseta útlendingamál.

Vit koyra trupulleikan til Danmarkar, tí at tað sigur lógin. Lógin er donsk, og tí mugu danir taka sær av tí. Her eru tvey grundleggjandi ting, eg ikki kann standa inn fyri. Eitt er, at í gongdini fram ímóti fullveldi er tað burturvið at áhaldandi senda ábyrgdina til Danmarkar. Hvat er tað fyri ein tjóð, sum velur millum ábyrgdir og ikki vil taka sær av teimum torføru avbjóðingunum? Men enn meira haldi eg, at vit skulu hjálpa okkara næsta. Vit skulu leggja okkara óttar til síðis og gera okkara skyldu sum meðmenniskju og altjóða borgarar. Vit eiga at hjálpa, har hjálpin ger størst mun, tað veri seg á staðnum ella her hjá okkum undir skipaðum viðurskiftum.

Hetta er eitt ógvuliga samansett mál, ið krevur drúgva fyrireiking, men vit mugu í gongd við at fyrireika tilbúgvingina nú, um vit nakrantíð skulu blíva klár og før fyri at møta tí.

Sunneva Háberg Eysturstein

Valevni fyri Framsókn

Ovast