Hvat Er Eiffeltornið í Havn?

Hvat er Eiffeltornið í Havn?

Kom og skift orð og hugleið saman við trimum valevnum hjá Framsókn í Brell mikukvøldið 19. oktober kl 20.

Valevnini Sissal Kristiansen, Oda W. Andreasen og Róaldur Jákupsson brenna øll fyri at fáa ferðavinnuna og handilsvinnuna í Havn at blóma.

Filmsbrot við Sissal og Odu sæst her

Framsókn heldur, at vit skulu loyva fólki og vinnu at blóma og ikki seta forðingar. Skeinkistøð, barrir og kaffistovur skulu sleppa at hava longri opið. Málið hevur skund, tí fólk vilja hetta, og tænastuvinnan veksur skjótt. Henda broyting er ein natúrligur partur av einum tíðarhóskandi býi.

Ovast