Hvussu Gera íslendingar Við Flóttafólk?

Hvussu gera íslendingar við flóttafólk?

Í kjalarvørrinum av kjakinum um flóttafólk, fer Framsókn undir at gera ávegis kanningar til eitt komandi orðaskifti.
Tað er eyðsæð, at áðrenn vit taka støðu til hvat og hvussu, so eiga vit at seta okkum væl inn í málið.
Í løtuni er orðaskiftið ikki grundað á sakliga viðgerð, men tykist heldur svart, hvítt og stundum ófantaligt.

Vit hava valt at hyggja nærri eftir hvussu Ísland hevur viðgjørt avbjóðingina. Í næstum senda vit Sunnevu H. Eysturstein til Reykjavíkar at kunna seg hjá myndugleikum umframt at tosa við vanliga íslendingin um hvat tey halda og gera.

Sunneva H. Eysturstein er kunnug við íslendsk viðurskifti. Hon hevur eitt skifti búð og arbeitt í Reykjavík, dugir málið og skilir íslendska samanhangin.

Ovast