Kaj Leo Spælir Stikkbólt

Kaj Leo spælir stikkbólt

Bjarni Kárason Petersen, Formaður í Framsøkin Ung, viðmerkir kjakið í D&V 6. jan ’15.

Poul Michelsen, formaðurin í Framsókn og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vóru í Degi og Viku í dag, har kjakast var um útlendingamál og flóttafólk, í kjalarvørrinum av nýggjársrøðuna hjá løgmanni. Kaj Leo sigur, at endamálið var at leggja upp til kjak. Sjálvur hevur hann onga ítøkiliga ætlan. Tað er eitt sindur sum tá ið mann spælir stikkbólt, og skal byrja eina rundu. Løgmaður kastar bóltin upp í luftina, fyri so at restin skal berjast um bóltin. Hann ætlar ikki at gera nakað, fyri at fáa fatur á bóltin aftur. Soleiðis er við nýggjársrøðum… og stikkbóltið…

Men nú er spæli so byrja, og sjálvt um løgmaður allarhelst ætlar sær yvir í hornið í ítróttarhøllina at goyma seg fyri bóltin, men sjálvandi við hansara egnu meining millum beinini, so merkir tað ikki, at kjakið ikki skal takast upp.

Seinastu 80 árini hevur frælsið hjá fólki kring allan knøttin so at siga ongantíð verið undir so stórari hóttan sum í dag. Víðgongd Islamisma og ekspansivur uttanríkispolitikkur hjá Vladimir Putin hevur tikið fast um nakkaspikið á altjóða samfelagnum og hettar elvir til, at vesturheimurin er vorðin so mikið bangin fyri fólki úr øllum øðrum mentanum og samfeløgum, at politikarir í Evropa fáa herðaklapp fyri at stongja landamørkini og tveita fólk suður aftur í ruðuleikunum í Miðeystri og Eysturevropa.

Skal Føroyar sum vant liggja sum eftirbátur, ella skulu vit ganga lið um lið saman við hinum skápsrasistunum í Evropa.

Ella skulu vit kanska heldur taka møguleikan og stiðja fram á vígvøllin sum ein fyrimynd og bjóða fólkum í neyð heim til Føroyar, har tey kunnu verða frælsir borgarir saman við okkum, soleiðis at vit eisini afturfyri fáa eitt meira fjølbroytt, produktivt og tolið samfelag. Uttan mun til átrúna og uttan mun til húðarlit. Mær dámar betri tað næsta alternativið. Tað eigur at vera ein natúrlig ábyrgd sum heimsborgari at gera sín part til at onnur, ið eru illa stødd, fáa neyðugu hjálpina.

Men hettar ber ikki til í dag við núverandi skipan. Vit kunnu ikki hava avgerðarrætt í slíkum málum, tí at tað enn er danskt málsøkið, umframt at danskarir varða av Shengen viðurskiftir í Føroyum og Grønlandi. Løgmaður kallar tað fyri ein samráðingarspurning, men hann, eins og samgongan, er so von við at spæla poker við málunum, ið hon setur sær fyri, at tað altíð fer at vera ein samráðingarspurningur.

Vit hava tørv á at hava ræði á okkara egnu viðurskiftir. Fyri tryggleikan, fyri at tað verður, sum føroyingurin vil hava tað, og ikki nakar annar. Okkara lóggáva skal avgera framtíðina í Føroyum, og ikki tann danska. Fyri at vit nakrantíð skulu hava nakað at siga um útlendingamál, mugu vit fyrst yvirtaka tað.
Føroyar, ikki bara tosa um tað, kom og takið ímóti flóttafólkið!
eftir føroyskum fortreytum, og ikki donskum!

Ovast